Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 3

3
Framhald: Sigur á Og kongi í Básjan
1Síðan hildu vit avstað og løgdu leiðina niðan móti Básjan. Tá kom Og, kongur av Básjan, ímóti okkum við øllum monnum sínum til orrustu námundis Edrei. 2Men Harrin segði við meg: «Ikki skalt tú óttast hann; tí at eg gevi hann og allar menn hans og land hans upp í hendur tínar; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt við Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon.» 3Og Harrin, Guð vár, gav bæði Og, kong í Básjan, og allar menn hans upp í hendur okkara; og vit vógu hann, so at ikki ein teirra komst undan. 4Vit tóku tá allar borgir hans; eingin borg var, sum vit ikki tóku frá teimum, seksti borgir, alt landið kring Argob, kongaríki Ogs í Básjan. 5Allar hesar borgir vóru víggirdar við høgum múrum, við liðum og lokum; og umframt hesar tóku vit fjølmangar bygdir, sum ikki vóru víggirdar. 6Vit avoyddu tær, eins og vit høvdu gjørt við Sihon kong í Hesjbon, og bannførdu í hvørji borg kallar, konur og børn; 7men fenaðin allan og alt, sum vit rændu úr borgunum, tóku vit sum herfong til okkum sjálvar. 8Soleiðis tóku vit tá frá báðum Ámoritakongum alt landið hinumegin Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli 9– Zidonitar nevna Hermon Sirjon, men Ámoritar nevna tað Senir – 10allar borgirnar á háslættanum, Gilead alt og alt Básjan alt at Salka og Edrei, borgir í kongaríki Ogs í Básjan. 11– Tí at Og kongur í Básjan er einastur eftir av Refaitum; líkkista hansara, sum er úr jarni, er jú enn til í Rabba hjá Ammonitum; hon er níggju alnir long og fýra alnir breið eftir vanligum alnamáti. –
Landið eystan fyri Jórdan sundurlutað
12Soleiðis løgdu vit tá hetta landið undir okkum. Landið frá Ároer, sum stendur við Arnons á, og helmingin av Gileads fjallalandi og borgirnar har gav eg Rubenitum og Gáditum; 13men tað, sum eftir var av Gilead og alt Básjan, kongaríki Ogs, gav eg hálvari Manasse ætt; allan landslutin Argob; hetta Básjan alt verður nevnt Refaitaland. 14Jáir Manasseson vann sær allan landslutin Argob alt at landamarkum Gesjurita og Máakatita og nevndi landið Jáirs tjaldbygdir eftir sær sjálvum, sum tað eitur enn í dag. 15Mákir gav eg Gilead. 16Rubenitum og Gáditum gav eg landið frá Gilead suður at Arnons á, soleiðis at markið gekk í miðjum dali, og alt at Jabboks á, sum er við landamark Ammonita; 17og Árábaslættan við Jórdan sum mark frá Kinneret til Árába- ella Salthavið eystantil undir fjallalíðum Pisga. 18Ta ferðina beyð eg tykkum og segði: «Harrin, Guð tykkara, hevur givið tykkum hetta land til ognar; men farið nú herklæddir yvirum á odda fyri brøðrum tykkara Ísraelsmonnum, allir tit, ið førir eru til víggja. 19Einans konur og børn og fæflokkar tykkara – eg veit, at tit hava miklar fæflokkar – skulu vera eftir í borgum tykkara, sum eg havi givið tykkum, 20til Harrin eisini veitir brøðrum tykkara hvílu eins og tykkum, og teimum ognast tað land, sum Harrin, Guð tykkara, vil geva tykkum hinumegin Jórdan. Síðan má hvør tykkara snúgvast heim aftur á ognarlut sín, sum eg havi givið tykkum.»
Jósva kallaður til eftirmann Mósesar (4 Mós 21,33-35)
21Og ta ferðina gav eg Jósva hesi boð: «Tú hevur við egnum eygum sæð alt tað, sum Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt hesum báðum kongunum; soleiðis vil Harrin fara við øllum teimum kongaríkjum, sum tú ert á leið til. 22Óttist teir ikki, tí at Harrin, Guð tykkara, fer at berjast fyri tykkum.» 23Ta ferðina bað eg til Harrans og mælti: 24«O, Harri, drottin, tú ert farin undir at sýna tænara tínum, hvør mikil tú ert, og hvør sterk hond tín er; tí at hvør er tann gudur í himni ella á jørð, ið útinnir tílík verk og ger tílíkar kraftargerðir sum tú? 25Loyv mær nú at fara yvirum og síggja tað frálíka land, sum er hinumegin Jórdan, hatta fagra fjallaland og Libanon.» 26Men Harrin var illur við meg tykkara vegna og bønhoyrdi meg ikki; og Harrin segði við meg: «Nú er nóg mikið, tala nú ikki meira við meg um hetta mál; 27men far nú niðan á Pisga fjallatind og hygg teg um í vestur og norður, í suður og eystur og lít at landinum við eygum tínum, tí at sjálvur skalt tú ikki koma yvir um Jórdan her. 28Men kalla á Jósva og set dirvi í hann og gev honum mátt, tí at hann er tann, sum skal fara yvirum á odda fyri hesum fólki, og hann skal skifta millum teirra hetta landið, sum tú sært.» 29Síðan dvaldu vit í dalinum ábeint Bet-Peor.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 3: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in