Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 2

2
Yvirlit yvir ferðina gjøgnum Edóm
1Síðan snúðust vit og hildu ferðini inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavið, eins og Harrin hevði boðið mær; og í nógvar dagar gingu vit kring um Se'irs fjøll. 2Tá segði Harrin við meg: 3«Tit hava nú farið nóg leingi kring hesi fjøll, haldið nú norðureftir! 4Men bjóða tú fólkinum og sig: Tá ið tit nú fara gjøgnum land brøðra tykkara, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og teir verða ræddir fyri tykkum, tá skulu tit vandaliga ansa eftir 5ongan ófrið at gera teimum, tí ikki vil eg geva tykkum so mikið, sum tit seta fótin á, av landi teirra; Se'irs fjøll havi eg jú givið Esavi til ognar. 6Tað, sum tykkum er tørvur á til matna, skulu tit keypa frá teimum fyri silvur; og vatnið, sum tit drekka, skulu tit somuleiðis keypa frá teimum fyri silvur. 7Tí at Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; hann hevur havt umsorgan fyri ferð tíni gjøgnum hesa miklu oyðimørk; í fjøruti ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað.» 8Síðan fóru vit út frá Elat og Ezjon-Geber eftir Árábavegnum yvir um land brøðra vára, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og hildu leiðina í bugi inn í Móabs oyðimørk.
Móab
9Tá segði Harrin við meg: «Gerið tykkum ikki inn á Móabitar og leggið ikki til orrustu við teir, tí at ikki tað minsta sindur gevi eg tær av landi teirra til ognar; Lots sonum havi eg givið Ar til ognar. 10Emitar búðu har í gomlum døgum, mikil og fjølment tjóð, risavaksnir menn eins og Ánakitar; 11eisini teir vórðu taldir Refaitar eins og Ánakitar; men Móabitar nevndu teir Emitar. 12– Í forðum búðu Hóritar í Se'ir; men synir Esavs róku teir burtur og oyddu teir og settust sjálvir niður í landi teirra, eins og Ísrael gjørdi við land sítt, ið Harrin hevur givið teimum til ognar. – 13Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Zereddalin.» Síðan fóru vit yvir um Zereddalin. 14Tríati og átta ár vóru umliðin, frá tí at vit fóru úr Kádesj-Barnea, og til vit fóru yvir um Zereddalin, til alt tað ættarliðið av vígførum monnum var deytt úr herbúðunum – eins og Harrin hevði svorið teimum. 15Eisini hond Harrans hevði verið móti teimum til tess at oyða teir úr herbúðunum, til eingin teirra var eftir.
Ammon
16Men tá ið allir vígførir menn í fólkinum vóru deyðir, 17tá mælti Harrin hesum orðum við meg: 18«Tá ið tú nú fert gjøgnum Móabs land, fram við Ar 19og nærkast Ammonitum, tá skalt tú ikki gera teg inn á teir og ongan ófrið gera teimum, tí at eg gevi tær einki av landi Ammonita til ognar; eg havi givið Lots sonum tað til ognar. 20– Eisini tað landið er talt land Refaita; Refaitar búðu har í forðum; men Ammonitar nevndu teir Zamzummitar, 21mikil og fjølment tjóð og stórvaksnir eins og Ánakitar; men Harrin oyddi teir fyri Ammonitar, so at teir ognaðust land teirra og settust niður har, 22eins og hann gjørdi við synir Esavs, sum búgva í Se'ir, ta ferðina, tá ið hann rak Hóritar undan teimum, so at teir ognaðu sær land teirra og settust niður og búgva har enn í dag; 23soleiðis var eisini við Avvijitum, sum búðu í torpum alt at Gaza; Kaftoritar komu frá Kaftor og oyddu teir og settust niður í landi teirra. – 24Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Arnon ánna. Sí, eg havi givið upp í hendur tínar Ámoritan Sihon, kongin í Hesjbon, og land hansara. Far nú undir at vinna landið og legg tí til orrustu við hann. 25Frá hesum degi skal eg lata allar tjóðir undir himninum bera ótta og ræðslu fyri tær; um tær hoyra teg gitnan, skulu tær skelva og nøtra fyri tær.»
Sigur á Sihoni kongi í Hesjbon (4 Mós 20,14-21; 21,21-31)
26Tá sendi eg úr Kedemot oyðimørk ørindrekar á fund við Sihon kong í Hesjbon við hesum friðarboðum: 27«Loyv mær at fara gjøgnum land títt; beina leið skal eg halda fram og hvørki víkja til høgru ella vinstru. 28Tað, sum mær tørvar til matna, skalt tú selja mær fyri silvur; og vatn til at drekka skalt tú somuleiðis fáa mær fyri silvur; loyv mær einans at fara til gongu yvirum, 29eins og teir loyvdu okkum, synir Esavs, sum búgva í Se'ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, so at eg komi yvir um Jórdan inn í tað land, sum Harrin, Guð vár, vil geva okkum.» 30Men Sihon, kongurin í Hesjbon, vildi ikki sleppa okkum gjøgnum land sítt, av tí at Harrin, Guð tín, hevði gjørt hann treiskan í huga og hert hjarta hansara til tess at geva hann upp í hendur tínar, eins og nú er vorðið. 31Harrin segði tá við meg: «Sí, eg eri nú farin at geva tær vald á Sihoni og landi hansara; far nú undir at vinna tær land hansara og tak tað til ognar.» 32Síðan fór Sihon ímóti okkum við øllum monnum sínum og legði til orrustu námundis Jáhza. 33Men Harrin, Guð vár, læt hann lúta fyri okkum, so at vit vógu hann og synir hans og allar menn hans. 34Vit tóku allar borgir hansara; og í øllum borgunum bannførdu vit kallar, konur og børn og lótu ongan komast undan. 35Einans fenaðin tóku vit sum herfong saman við tí, sum vit rændu úr teimum hertiknu borgunum. 36Frá Ároer, sum stendur við Arnons áarbakka, frá borgini, sum stendur í dalinum, og alt at Gilead var eingin borg, sum vit ikki fingu hertikið. Harrin, Guð okkara, gav okkum vald á øllum. 37Men tú gjørdi teg ikki inn á land Ammonita, hvørki inn á landið fram við Jabbok ella inn á fjallabygdirnar – eins og Harrin, Guð vár, hevði boðið.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in