Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 19

19
Um griðstaðir
1Tá ið Harrin, Guð tín, hevur týnt tær tjóðir, hvørja land Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í borgum og húsum teirra, 2tá skalt tú skilja frá tríggjar borgir í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar. 3At teimum skalt tú leggja veg og býta alt landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, í tríggjar lutir, til tess at hvør banamaður má flýggja hagar. 4Men hesir eru kostirnir fyri banamenn, sum hagar flýggja fyri at bjarga lívi sínum: Um maður óvart verður næsta sínum at bana og hevur ikki borið meinhuga til hansara frammanundan, 5sum tá ið maður fer við næsta sínum út í skógin at høgga við og reiggjar øksini til at høgga træið, og blaðið tá rýkur av skaftinum og rakar næsta hans, so at hann doyr, tá er honum loyvt at flýggja inn í eina av hesum borgum og bjarga so lívi sínum, 6til tess at blóðhevnarin í móði sínum ikki skal elta banamannin og fáa hann aftur, av tí at vegurin er ov langur, og drepa hann, tó at hann ikki var deyðasekur; tí at hann hevði ikki borið meinhuga til hansara frammanundan. 7Tessvegna gevi eg tær hetta boð: Tríggjar borgir skalt tú skilja frá. 8Og um Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann svór fedrum tínum, og gevur tær alt tað land, sum hann lovaði at geva fedrum tínum, 9um tú trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg bjóði tær í dag, við tað at tú elskar Harran, Guð tín, og allar dagar gongur leiðir hansara, tá skalt tú enn leggja tríggjar borgir aftur at hinum trimum, 10til tess at sakleyst blóð verður ikki úthelt í landi tínum, ið Harrin, Guð tín, letur tær lutast, so at blóðsøk kemur yvir teg. 11Men um maður, sum ber meinhuga til næsta sín, liggur á loynum eftir honum og leggur á hann og slær hann til bana og flýggjar síðan inn í einahvørja av hesum borgum, 12tá skulu hinir elstu í borg hansara senda menn til at taka hann haðani og geva hann upp í hendur blóðhevnarans til lívláts; 13eir honum ikki, men reinsa Ísrael frá sakleysum blóði, til tess at tað skal vignast tær væl.
Um markaskil
14Tær er ikki loyvt at flyta markini hjá næsta tínum, tey, sum forfedrarnir hava sett við arvagrein tína, sum tær man lutast í tí landi, sum Harrin gevur tær til ognar.
Um lygivitni
15Maður skal ikki einsamallur bera vitni móti manni, tá ið um brotsgerðir og syndir er at røða, hvør synd tað nú er, sum hann hevur gjørt; men tvey ella trý skulu vitnini vera, tá ið tílík mál skulu verða avgjørd. 16Tá ið maður av illum huga vitnar ímóti manni og leggur hann undir lógarbrot, 17tá skulu báðir teir, ið kærumál eiga saman, koma fram fyri Harran, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru; 18og dómararnir skulu rannsaka málið gjølla; og roynist hann tá at vera falsvitni, sum hevur borið rangan vitnisburð móti bróður sínum, 19tá skalt tú gera so við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín; tú skalt oyða tað illa burtur frá tær. 20Og hinir, sum hoyra um hetta, munnu fara at óttast, so at tílík ógerð ikki verður framd aftur tykkara millum. 21Tú skalt ongum eira, lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond og fót fyri fót!

Currently Selected:

Fimta Mósebók 19: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in