Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 18

18
Um prestar
1Ikki skulu Levitaprestarnir, øll Levi ætt, hava lut ella arvagrein saman við hinum Ísrael; men teir skulu liva av eldofrum Harrans og tí, sum teim lutast. 2Teir skulu ikki hava nakra arvagrein millum brøður sínar; Harrin sjálvur skal vera arvagrein teirra, eins og hann hevur lovað teimum. 3Og hesi eru tey rættindi, sum prestarnir skulu hava hjá fólkinum: Maður, ið ber fram sláturoffur, hvørt tað er neyt ella seyður, skal geva prestinum bógvin, báðar kjálkarnar og vinstrina; 4frumgróðurin av korni tínum og aldinløgi tínum og olju tíni og fyrstu ullina, sum tú roytir av seyði tínum, skalt tú geva prestinum; 5tí at hann hevur Harrin, Guð tín, útvalt av øllum ættum tínum, til tess at hann og synir hansara allar dagar skulu gera prestatænastu í navni Harrans. 6Kemur einhvør Leviti úr onkrari av borgum tínum onkustaðni í Ísrael, har hann hevur verið útiseti, tá má hann eftir vild síni koma til tann staðin, sum Harrin velur, 7og gera prestatænastu í navni Harrans, Guðs síns, eins og allir brøður hansara, hinir Levitarnir, ið standa har fyri ásjón Harrans. 8Teir skulu allir fáa eins nógv burtur av offurgávunum, frároknað tað, sum hann hevur fingið fyri sína seldu einkarogn.
Um profetar
9Tá ið tú kemur inn í tað landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, tá mást tú ikki læra teg tær andstygdir, sum tjóðirnar havast at. 10Eingin má finnast hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin, sum fæst við at spáa og gera eftir og mana; eingin gandakallur 11ella rúnarmaður, eingin, sum leitar ráð við dreyg og spásagnaranda og víkur á teir deyðu. 12Tí at hvør, ið fæst við tílíkt, er Harranum andstyggiligur, og aftur fyri tílíkar andstygdir er tað, at Harrin, Guð tín, rekur teir burtur undan tær. 13Men tú skalt einans halda teg aftur at Harranum, Guði tínum. 14Tí at hesar tjóðir, sum tú skalt reka burtur, lýða á spásagnarmenn og gandakallar; men tílíkt hevur Harrin, Guð tín, ikki loyvt tær. 15Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á; 16og hetta var tað, sum tú baðst Harran, Guð tín, um hin dagin við Hóreb, har tit vóru samankomin og søgdu, at tit ikki longur vildu lýða á rødd Harrans, Guðs tykkara, og ikki líta at tí øgiliga eldi til tess ikki at týna lívið; 17tá segði Harrin við meg: «Rætt er tað, sum tey siga. 18Eg skal vekja teimum profet upp av brøðrum teirra, tílíkan sum teg; orð míni skal eg leggja í munn hansara, og hann skal mæla til teirra øllum tí, sum eg bjóði honum. 19Og hvør, ið ikki lýðir orðum mínum, sum hann talar í mínum navni, hann skal standa mær til svars. 20Og tann profetur, ið hevur tað nasadirvi at tala í mínum navni nakað, sum eg havi ikki boðið honum at tala ella, sum talar í navni annara guda, tann profetur skal týna lívið.» 21Og um tú sigur í hjarta tínum: «Hvussu skulu vit vita, um tað er nakað, sum Harrin hevur talað ella ikki?» 22tá skalt tú vita, at um profetur talar í navni Harrans, og tað, sum hann sigur, ikki sannast og ikki gongur út, tá eru tað orð, sum Harrin ikki hevur talað; í ovdirvi sínum hevur profeturin talað tað, og tær nýtist ikki at óttast hann.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in