Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 15

15
Um frælsisárið
1Sjeynda hvørt ár skalt tú halda frælsisár. 2Og soleiðis skal vera við frælsisárinum: Hvør lánsdrottin skal avkanna sær tað, sum hann hevur lænt næsta sínum; hann má ikki streingja á næsta sín ella bróður sín, tí at frælsisár hevur verið boðað fyri Harranum. 3Hin fremmanda mást tú streingja á; men tað, sum tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva honum eftir. 4Men í royndum man eingin fátækur fara at vera hjá tær; tí at Harrin, Guð tín, man ríkliga vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær sum arv til ognar, 5um tú einans lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg í dag áleggi tær. 6Tí at Harrin, Guð tín, man vælsigna teg, eins og hann heitti tær, so at tú kanst læna mongum tjóðum, men ikki hava tørv á teirra lánum; og tú skalt valda mongum tjóðum, men tær skulu einki vald hava á tær. 7Um tú hevur onkun fátækan hjá tær, einhvønn av brøðrum tínum innan borgarliða tína onkustaðni í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá mást tú ikki vera so harðhjartaður, at tú letur hond tína aftur fyri fátæka bróður tínum; 8nei, tú skalt lata hond tína upp fyri honum og fúsur læna honum alt, sum honum vantar og tørvur er á. 9Vara teg frá at lata hesa bølmennishugsan koma upp í hjarta tínum: «Nú nærkast sjeynda árið, frælsisárið!» so at tú rennir ill eygu at fátæka bróður tínum og einki vilt geva honum; tí at tá man hann ákalla Harran ímóti tær og tú verða sekur í synd. 10Nei, fúsur skalt tú geva honum; og tú mást ikki gera tað við ringum tannabiti; aftur fyri tað skal Harrin, Guð tín, vælsigna teg í øllum verkum tínum og øllum, sum tú tekst við. 11Tí at fátæk fara ongantíð at tróta í landi tínum; tessvegna havi eg boðið tær: tú skalt fúsur lata hond tína upp fyri tí neyðstadda og fátæka bróður tínum í landi tínum.
Um trælir
12Um bróðir tín, hvørt tað er hebráiskur maður ella hebráisk kona, selur seg til tín, tá skal hann tæna hjá tær í seks ár; men á sjeynda ári skalt tú lata hann fara frælsan frá tær. 13Men tá ið tú letur hann fara frælsan frá tær, tá skalt tú ikki lata hann fara tómhentan. 14Tú skalt geva honum góðan førning av smalum tínum, av treskivølli og vínfargi, tú skalt geva honum av tí, sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við. 15Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, loysti teg út; tessvegna bjóði eg tær hetta í dag. 16Men um hann sigur, at hann vil ikki fara frá tær, av tí at hann hevur fingið tokka til tín og húski títt, av tí at hann hevur havt tað gott hjá tær, 17tá skalt tú taka sýl og stinga gjøgnum oyra hansara inn í hurðina; síðan skal hann vera trælur tín alla ævi sína. Tað sama skalt tú gera við trælkonu tína. 18Ilskast ikki um, at tú mást lata hann fara frælsan frá tær; tí at við seks ára trælastarvi sínum hevur hann vunnið tær tvær ferðir løn bønarmansins. Og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í øllum, sum tú tekur tær fyri.
Um hitt frumborna (smbr. 2 Mós 21,2-11)
19Allar frumburðir av kallkyni undan stórdýrum og smalum tínum skalt tú halga Harranum, Guði tínum; tú mást hvørki hava frumburðir oksa tína til vinnu ella royta frumburðir seyða tína. 20Frammi fyri Harranum, Guði tínum, skalt tú saman við húski tínum ár undan ári eta tað á tí staði, sum Harrin velur sær. 21Men er tað brekað, so at tað er lamið ella blint ella hevur eitthvørt ringt lýti, tá mást tú ikki ofra tað Harranum, Guði tínum. 22Heima í borgum tínum skalt tú eta tað; bæði óreinir og reinir mega eta við, eins og var tað skógargeit ella hjørtur. 23Einans blóðið mást tú ikki eta, men úthella tað á jørðina eins og vatn.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 15: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in