Fimta Mósebók 14
14
Forboð móti heidnum sorgarsiðum
1Tit eru børn Harrans, Guðs tykkara; tí mega tit ikki rista skeinur á hold tykkara og ikki raka hárið yvir enninum til bata fyri einhvønn deyðan; 2tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum, og teg hevur Harrin kosið sær sum ognarfólk fram um allar aðrar tjóðir á fold.
Um rein og órein djór
3Tú mást einki eta, sum er andstyggiligt. 4Hesi eru tey ferføttu djór, ið tit mega eta: Neyt, seyðir og geitir, 5hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur. 6Øll ferføtt djór, sum kleyvar hava, og tær alklovnar, og jótra, mega tit somuleiðis eta. 7Av teimum, ið jótra, og av teimum, sum alklovnar kleyvar hava, mega tit ikki eta hesi: kamelin, haruna og bergharuna; tí at víst jótra tey, men hava ikki kleyvar; tey skulu vera tykkum órein. 8Og svínið; tí at víst hevur tað kleyvar, men jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint; av kjøti teirra mega tit ikki eta og ikki nerta við ræið av teimum. 9Av øllum, sum livir í vatninum, mega tit eta hetta: Alt, sum hevur fjaðrar og skrubb mega tit eta. 10Men tit mega einki eta, sum ikki hevur fjaðrar og skrubb; tað skal vera tykkum óreint. 11Allar reinar fuglar mega tit eta; 12men hesar mega tit ikki eta: Ørnina, gammin og havørnina; 13glentuna og falkakynið; 14alt ravnakynið; 15strutsin, svaluna, likkuna og heykakynið; 16ugluna, náttugluna og hornugluna, 17pelikánin, rægammin og súluna, 18storkin, hegrakynið, herfuglin og flogmúsina. 19Øll flogkykt skulu vera tykkum órein og mega ikki verða etin. 20Men allar reinar fuglar mega tit eta. 21Einki sjálvdeytt mega tit eta; tað mást tú geva útisetanum, ið býr hjá tær til matna ella selja hinum fremmanda tað; tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum. Tú mást ikki sjóða lamb í mjólk undan móður síni.
Um tíggjund (smbr. 3 Mós 11)
22Tú skalt vandaliga geva tíggjund av øllum gróðri tínum, sum sprettur av jørðini ár undan ári. 23Og frammi fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum hann velur navni sínum til bústaðar, skalt tú eta tíggjundina av korni og aldinløgi og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smalum tínum, so at tú lærir at óttast Harran, Guð tín, allar dagar. 24Men er vegurin tær ov langur, so at tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðurin, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, er ov langt burtur frá tær, og av tí at Harrin, Guð tín, vælsignar teg, 25tá skalt tú býta tað um í silvur; og tú skalt balla silvurið inn og hava tað við á tann stað, sum Harrin, Guð tín, útvelur sær. 26Fyri silvurið skalt tú keypa alt, sum tú fært hug á, neyt og smalur, vín og mjøð, og alt tú ynskir tær; og tú skalt njóta tað frammi fyri Harranum, Guði tínum, og fegnast har saman við húski tínum. 27Og Levitan, sum er innan borgarliða tína, mást tú ikki forfjóna; tí at hann hevur hvørki lut ella arvagrein saman við tær. 28Triðja hvørt ár skalt tú taka alla tíggjund av ávøksti tínum og bera hana saman í borgir tínar, 29so at Levitin, sum jú ikki hevur lut ella arvagrein saman við tær, og útisetin, hin faðirleysi og einkjan innan borgarliða tína, mega koma og eta seg mett, til tess at Harrin, Guð tín, má signa teg í øllum, sum tú fæst við.
Currently Selected:
Fimta Mósebók 14: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society