YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 3

3
Pætur grøðir haltan mann
1Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil. 2Og ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr, so at hann kundi biðja olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin. 3Tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, sum ætlaðu sær at ganga inn í halgidómin, bað hann geva sær olmussu. 4Men Pætur leit fastliga at honum, saman við Jóhannesi, og segði: «Hygg upp á okkum!» 5Og hann bíndi at teimum, við tað at hann væntaði sær at fáa okkurt frá teimum. 6Men Pætur segði: «Silvur og gull eigi eg ikki; men tað sum eg havi, tað gevi eg tær: Í navni Jesu Krists úr Nasaret, statt upp og gakk!» 7Og hann tók í høgru hond á honum og reisti hann á føtur. 8Men í stundini vórðu føtur hansara og øklar sterkir, og hann sprakk upp og stóð og gekk, og fór við teimum inn í halgidómin og gekk umkring og leyp og lovaði Guði. 9Og alt fólkið sá hann ganga umkring og lova Guði. 10Og tey komust við hann, at tað var hann, sum hevði sitið við Føgrudyr á halgidóminum fyri at fáa olmussu; og tey vórðu full av undran og ræðslu um tað, sum hent var honum. 11Men tá ið hann helt seg aftur at Pæturi og Jóhannesi, flokkaðist alt fólkið um teir í teirri súlnagongini, sum er kallað eftir Sálomoni, og tey vóru heilt óttafull.
Pætur kunnger, at Jesus er Messias
12Men tá ið Pætur sá tað, talaði hann til fólkið: «Tit Ísraels menn, hví eru tit bilsnir av hesum? ella hví stara tit á okkum, sum at vit av egnum mátti ella gudsótta høvdu gjørt tað, at hann gongur? 13Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, og Guð fedra vára hevur dýrmætan gjørt tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dømdi, at hann skuldi sleppa leysur. 14Men tit avnoktaðu hin heilaga og rættvísa, og bóðu um, at ein manndrápari skuldi verða tykkum givin; 15men lívsins høvdinga tóku tit av lívi, sum Guð reisti upp frá deyðum, og um tað eru vit vitni. 16Og við trúnni á navn hansara hevur navn hansara styrkt henda mann, sum tit síggja og kenna; og trúgvin, sum elvdist av honum, hevur givið hesum manni hansara fulla førleika, so tit øll somul síggja. 17Og nú veit eg, brøður, at tit gjørdu tað av vankunnu, eins og ráðharrar tykkara. 18Men Guð læt soleiðis tað ganga út, sum hann frammanundan hevði boðað við munninum á øllum profetunum, at Kristus hansara skuldi líða. 19Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, 20og hann kann senda tann Krist, sum tykkum er tilætlaður, Jesus, 21sum himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri øllum lutum er komin, sum Guð hevur talað um við munninum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum. 22Tí at Móses segði: «Ein profet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara eins og meg; á hann skulu tit lýða í øllum tí, sum hann talar til tykkara. 23Og so skal verða, at ein og hvør sál, sum ikki lýðir á henda profet, skal verða týnd burtur úr fólkinum.» 24Og eisini allir profetarnir frá Sámuel og teir, sum aftaná komu, so mangir sum hava talað, teir hava eisini boðað hesar dagarnar. 25Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjørdi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: «Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini fáa signing.» 26Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvør tykkara vendir sær frá illskapi sínum.»

Currently Selected:

Ápostlasøgan 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy