YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 2

2
Hin fyrsta hvítusunna
1Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. 2Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. 3Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; 4og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla. 5Men har vóru Jødar búsettir í Jerúsalem, menn, ið óttaðust Guð, av øllum tjóðum undir himni. 6Tá ið nú hetta ljóðið hoyrdist, kom mannamúgvan saman, og henni varð dátt við; tí at teir hoyrdu, ein og hvør, teir tala á sínum egna máli. 7Og teir vórðu allir bilsnir og undraðust og søgdu: «Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? 8Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? 9Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, 10í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; 11Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?» 12Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: «Hvat man hetta vera?» 13Men aðrir spottaðu og søgdu: «Teir eru druknir av søtum víni.»
Røða Pæturs
14Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: «Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! 15Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð. 16Men hetta er tað, sum sagt hevur verið við Jóel profeti: 17«Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar. 18Ja, eisini yvir trælir mínar og yvir trælkvinnur mínar skal eg á teimum døgunum hella út av anda mínum og tey skulu profetera. 19Og eg skal lata undur verða á himlinum í erva og tekin á jørðini í neðra, blóð og eld og guvurok. 20Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur. 21Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.» 22Tit Ísraelsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, 23hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi; 24men hann reisti Guð upp, í tí hann lætti av deyðans ríðum, við tað at tað ikki var møguligt, at hann skuldi verða hildin av honum; 25tí at Dávid sigur viðvíkjandi honum: «Altíð hevði eg Harran fyri eygum mínum; tí at hann er við høgru hond mína, til tess at eg ikki skal vikast. 26Harfyri gleddist hjarta mítt, og tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam mítt hvíla í vón; 27tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot. 28Tú hevur kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú vilt meg fylla við gleði fyri ásjón tíni.» 29Góðu menn og brøður! Eg kann tala beint fram til tykkara um ættarfaðirin Dávid, at hann er bæði deyður og grivin, og leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag. 30Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, 31so talaði hann, av tí at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Krists, at hvørki varð hann latin eftir í helheimi og ikki heldur sá likam hansara rot. 32Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni. 33Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. 34Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, 35til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar.» 36Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu.»
Kirkjuliðið veksur
37Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: «Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?» 38Men Pætur segði við teir: «Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. 39Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og børnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín.» 40Og við mongum øðrum orðum vitnaði hann, og hann áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!» 41Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til.
Samfelagslív
42Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. 43Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. 44Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi; 45og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. 46Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, 47og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst.

Currently Selected:

Ápostlasøgan 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy