YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 4

4
Pætur og Jóhannes fyri ráðnum
1Men meðan teir talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og Saddukeararnir á teir, 2av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum. 3Og teir løgdu hendur á teir og settu teir í varðhald til morgunin eftir; tí at kvøldið var longu komið. 4Men mong av teimum, sum hoyrt høvdu orðið, tóku við trúgv, og talið á kallmonnum var okkurt um fimm túsund. 5Morgunin eftir hendi so tað, at ráðharrar teirra og hinir elstu og hinir skriftlærdu komu saman í Jerúsalem, 6og eisini Annas, og høvuðspresturin, og Kajfas og Jóhannes og Aleksander og allir, sum vóru av høvuðspresta ætt. 7Og teir leiddu teir fram fyri seg og spurdu teir: «Við hvørjum mátti ella í hvørjum navni hava tit gjørt hetta?» 8Tá segði Pætur við teir, fyltur av heilagum anda: «Tit, ráðharrar fólksins og elstu! 9Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanførum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við, 10so skal tað vera øllum tykkum og øllum Ísraels fólki kunnigt, at í navni Jesu Krists úr Nasaret, sum tit krossfestu og Guð reisti upp frá deyðum, fyri hansara navns skuld stendur hesin maður frískur og ferðugur her fyri eygum tykkara. 11Hann er tann steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur. 12Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.» 13Men tá ið teir sóu hetta dirvið í Pæturi og Jóhannesi og fingu at vita, at teir vóru ólærdir menn og leikmenn, undraðust teir. Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi. 14Og tá ið teir sóu mannin, sum var vorðin lektur, standa hjá teimum, høvdu teir einki at siga ímóti tí. 15Men teir buðu teimum at fara út frá ráðinum, og teir samráddust sín ámillum og søgdu: 16«Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at eitt skilligt tekin er hent av teirra ávum, tað er øllum teimum kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, og vit kunnu ikki nokta fyri tí. 17Men fyri at tað ikki skal verða borið longur út millum manna, tá latum okkum hótta teir harðliga, at teir ikki meira mega tala til nakað menniskja í hesum navni.» 18So kallaðu teir teir inn og buðu teimum, at teir als ikki máttu tala ella læra í Jesu navni. 19Men Pætur og Jóhannes svaraðu og søgdu við teir: «Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Guðs eygum at vera tykkum lýðin heldur enn Guði. 20Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.» 21Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at øll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var. 22Tí at maðurin var yvir fjøruti ára gamal, sum hetta heilsubótartekinið hevði verið fyri.
Kirkjuliðsins bøn og kærleikin í kirkjuliðinum
23Men tá ið teir vóru slopnir leysir, komu teir til felagar sínar og søgdu teimum frá øllum, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir. 24Tá ið tey hoyrdu tað, hevjaðu tey samhugað reyst sína til Guðs og søgdu: «Harri, tú ert tann, sum gjørt hevur himmalin og jørðina og havið og alt, sum í teimum er, 25tú sum við heilagum anda hevur sagt gjøgnum munn Dávids, faðirs várs, tænara tíns: «Hví leikaðu heidningarnir óðir og høvdu fólk fáfongt í ráði? 26Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara. 27Tí av sonnum tóku teir seg saman í hesum staði móti hinum heilaga tænara tínum, Jesusi, sum tú salvaði, bæði Heródes og Pontius Pilatus tillíka við heidningunum og Ísraels fólkum, 28at gera alt tað, sum hond tín og ráð títt frammanundan høvdu fyriskipað skuldi hendast. 29Og nú, Harri, lít at hóttum teirra, og gev tænarum tínum við øllum dirvi at tala orð títt, 30við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.» 31Og tá ið tey høvdu biðið, ristist staðurin, har sum tey vóru saman komin, og tey fyltust øll av heilagum anda, og tey talaðu Guðs orð við dirvi. 32Men allur flokkurin av teimum, sum tikið høvdu við trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál, og ikki ein teirra segði nakað vera sítt av tí, hann átti, men alt var samogn hjá teimum. 33Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu Krists uppreisn, og stór náði var yvir teimum øllum. 34Tí at ikki heldur var nakar tørvandi millum teirra; tí at allir, sum áttu jørð ella hús, seldu tey og komu við peningavirðinum fyri tað, sum teir høvdu selt, 35og løgdu tað fyri føturnar á ápostlunum; og tað varð sundurbýtt til ein og hvønn, eftir sum honum var tørvur á. 36Men Jósef, sum kallaður varð av ápostlunum við tilnavninum Barnabas, – tað er útlagt: ugganar sonur, – ein Levitur, ættaður frá Kýpern, 37sum átti eitt jarðarstykki, seldi tað og kom við peningunum og legði teir fyri føturnar á ápostlunum.

Currently Selected:

Ápostlasøgan 4: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in