Bible App logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 23

23
Síðstu orð Dávids
1Hesi eru síðstu orð Dávids: Svá mælir Dávid Ísaison, svá mælir maðurin, ið hátt er settur, hin salvaði Jákups Guðs, hetjan í Ísraels kvæðum: 2Andi Harrans talaði í mær, orð hans vóru mær á tungu løgd; 3Jákups Guð talaði við meg, klettur Ísraels mælti: «Hann, ið ræður fyri monnum í rættlæti og stjórnar í gudsótta, 4hann ljómar eins og morgunroðin, eins og hin skíra morgunsól, ið fær urtir at spretta úr mold eftir regn. 5Soleiðis er jú hús mítt fyri Guði; tí at hann hevur gjørt ævigan sáttmála við meg, greiðan og álítandi í øllum førum. Ja, alt, sum er mær til frelsu og hugnað, letur hann vaksa. 6Men bølmenni eru øll eins og burturtveittir tornir, eingin tekur um teir við hondunum. 7Eingin nertir við teir uttan við vápnum av jarni; í eldinum verða teir brendir.»
Hetjur Dávids
8Hetta eru nøvnini á hetjum Dávids: Ísjbosjet Hakmoniti, oddamaður teirra tríggja; tað var hann, ið brá svørði sínum yvir átta hundrað vignum í senn. 9Honum næstur av teimum hetjum trimum var Eleazar Dódison Áhohiti. Hann var við Dávidi í Pas-Dammim ta ferðina, tá ið Filistar savnaðust har til orrustu; og tá ið Ísraelsmenn hildu undan, 10stóð hann við og vá Filistar, til hond hansara møddist og kreptist føst at svørðinum. Tann dagin veitti Harrin miklan sigur; men fólkið snúðist aftan á hann bert til at ræna teir vignu. 11Næstur honum var Sjamma Ágason Hárariti; einaferð savnaðust Filistar í Leki, har ein jarðarteigur var alvaksin við flatbønir. Men tá ið fólkið flýddi undan Filistum, 12tók hann støðu á miðjum teigi, vardi hann og vann sigur á Filistum; soleiðis veitti Harrin miklan sigur.
13Einaferð fóru tríggir av teim tríati oman í hamarin til Dávids í Ádullamhellinum, meðan Filistar lógu í herbúðum í Refaimdali. 14Dávid var tá í fjallavirkinum, men varðhald Filista stóð við Betlehem. 15Tá kom tosti á Dávid, og hann mælti: «Hvør vil bera mær vatn úr brunninum við borgarliðið í Betlehem?» 16Tá brutu hetjurnar tríggjar sær rás gjøgnum herbúðir Filista, oystu vatn upp úr brunninum, ið er við borgarliðið í Betlehem, og tóku tað aftur við sær til Dávids; hann vildi tá ikki drekka tað, men úthelti tað fyri Harranum 17og mælti: «Harrin haldi mær frá tílíkari gerð! Skal eg drekka blóð teirra manna, ið settu lívið í váða?» Og ikki vildi hann drekka tað. Hetta roysnið gjørdu hinar hetjurnar tríggjar.
18Ábisjai Zerujuson, bróðir Jóabs, var oddamaður hinna tríati. Hann brá spjóti sínum yvir trý hundrað vignum og var navngitin millum hinna tríati. 19Hann var í miklum mæti hjá teim tríati og varð oddamaður teirra; men við hinar tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg.
20Benaja Jójadason úr Kabzeel var reystmenni og navnframur fyri avreksverk síni; hann vá báðar synir Áriels Móabita; og tað var hann, sum hin kavadagin fór niður í brunnin og drap ljónið. 21Og tað var hann, ið vá hin yvirvaksna Egyptan, ið hevði spjót í hendi; men hann fór ímóti honum einans við stavi í hendi, tók spjótið av honum og drap hann við hansara egna spjóti. 22Hesi avreksverk vann Benaja Jójadason; og hann var navnframur millum hinna tríati hetjanna. 23Hann var frægur millum hinna tríati; men teir tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg við. Dávid setti hann yvir lívverjuna.
24Millum hinna tríati vóru eisini Ásahel, bróðir Jóabs, Elhanan Dódoson úr Betlehem, 25Sjamma úr Hárod. Elika úr Hárod, 26Helez úr Paltit, Ira Ikkesjson úr Tekoa, 27Ábiezer úr Ánatot, Sibbekai úr Husja, 28Zalmon úr Áho, Máharai úr Netofa, 29Heled Báanason úr Netofa, Ittai Ribaison av Benjamins ættargrein úr Gibeu, 30Benaja úr Piraton, Hiddai úr Náhale-Gáasj; 31Áhibáal úr Árába, Azmavet úr Báhurim, 32Eljaba úr Sjáalbon, Jásjen úr Guna, 33Jónatan Sjammason úr Hárar, Áhiam Sjárarsson úr Hárar. 34Elifelet Áhazbaison úr Bet-Máaka, Eliam Ákitofelsson úr Gilo, 35Hezro av Karmel, Páarai úr Árab, 36Jigal Nátansson úr Zóba, Báni úr Gád, 37Zelek úr Ammon, Náharai úr Beerot, skjaldsveinur Jóabs Zerujusonar, 38Ira úr Jattir, Gáreb úr Jattir, 39Uria Hetiti – tilsamans tríati og sjey.

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 23: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in