Bible App logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 22

22
Lovsongur Dávids (smbr. Sl 18)
1Og Dávid flutti Harranum hetta ljóð, ta ferðina Harrin bjargaði honum úr hondunum á øllum fíggindum hans og úr hondum Sáuls. 2Hann mælti: «Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; 3Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki! 4Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður.
5Deyðans boðabrot vóru kring meg; glatunnar íður skelkaðu meg. 6Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip var komið á meg. 7Í trongd míni eg kallaði á Harran, og á Guð mín eg rópaði. Frá høll síni hoyrdi hann rødd mína, og neyðarróp mítt barst fyri oyra hans. 8Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann. 9Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu glóðir. 10Himinin læt hann síga, og hann steig oman; bølamyrkur var undir fótum hans. 11Hann reið á kerúbum og fleyg, sveimaði á vindanna veingjum. 12Myrkur hann sveipaði um seg, huldi seg í mjørka og tjúkk skýggj. 13Frá ljómanum fyri framman ásjón hans runnu skýggj hans undan. 14Í himni læt Harrin toruna ganga, hin hægsti læt rødd sína gella. 15Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi tær, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir. 16Tá kom havsins botnur undan, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum Harrans, fyri hans vreiðinnar nosi.
17Hann rætti út hond sína úr erva, greip meg, dró meg upp úr hinum miklu vøtnum. 18Hann bjargaði mær frá veldigu fíggindum mínum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir. 19Á ógævustund míni teir ráddust á meg; men Harrin var stuðul mín. 20Hann leiddi meg á víðar ræsur, hjálpti mær, tí at til mín kennir hann tokka.
21Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær. 22Tí at eg havi hildið meg á leiðum Harrans og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum. 23Tí at øll boð hans eru mær fyri eygum, og frá boðorðum hans havi eg ikki vikið. 24Ósekur havi eg fyri honum verið, eg havi meg varað fyri míni synd. 25Tí lønir Harrin mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans. 26Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur. 27Tú roynist reinur móti reinum og rangvørgur móti hinum svikafulla. 28Eyðmjúkum fólki tú bjargar; men tey hástóru fært tú at líta niður. 29Ja, tú, Harri, ert lampa mín, og Guð mín mær birtir ljós í myrkri. 30Tí at við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á hervirki. 31Guðs atferð er uttan lýti, orð Harrans er skírt og reint; ein skjøldur er hann øllum teimum, ið leita lívd hjá honum.
32Ja, hvør er Guð uttan Harrin, og hvør er klettur uttan Guð vár? 33Sá Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg, 34ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum, 35ið hond mína venur til víggja, so armar mínir koparbogan spenna. 36Tú rætti mær tín frelsuskjøldur, mildi tín gjørdi meg sterkan. 37Tú gjørdi rúmligt fyri fetum mínum, ikki eg skinklaði í øklum. 38Eg elti fíggindar mínar og tók teir aftur, snúðist ikki við, fyrr enn teir vóru týndir. 39Eg oyddi teir og sorlaði teir, so teir ikki reistust aftur, mær til fóta teir fullu. 40Til bardaga tú gyrdi meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívdi tú mær undir føtur. 41Tú lætst meg síggja fíggindar mínar á bakið, mínar øvundarmenn eg týndi av lívi. 42Teir rópaðu, men eingin hjálpti, til Harrans, men hann svaraði teim ikki. 43Eg smildraði teir eins og dustið á jørðini, eins og skarn á gøtum eg traðkaði teir niður.
44Tú bjargaði mær úr fólkanna stríðum, gjørdi meg høvdinga at tjóðum. Tjóðir, eg ikki kendi, mær tæna. 45Útlendskir krúpa fyri mær; bert teir hoyra um meg, eru teir mær lýdnir. 46Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum. 47Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín! 48Sá Guð, ið veitir mær hevnd og letur tjóðir lúta undir mær, 49bjargar mær frá fíggindum mínum. Tú hevjar meg upp um mótstøðumenn mínar og veitir móti yvirgangsmonnum hjálp. 50Harfyri lovsyngi eg tær, Harri, og hálovi navn títt fólkanna millum, 51sum veitir kongi tínum mikla hjálp og miskunnar hinum salvaða tínum, Dávidi og ætt hans allar ævir.»

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 22: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in