Skip to content

Seinna Krýnikubók 4

4
Um reiði tempulsins (smbr. 1 Kong 6,36; 7,23-50)
1Síðan gjørdi hann altar av kopari, tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tíggju alnir hátt.
2Somuleiðis gjørdi hann hitt stoypta havið, sum var tíggju alnir frá trom til trom og runt; fimm alnir var tað djúpt, og tríati alnir langt band lá kring alla tromina. 3Niðri undir tromini allan vegin íkring vóru myndir av oksum, ið rukku kring alt havið, tíggju á hvørji alin; hesar myndir sótu í tvinnanda røðum, stoyptar úr einum saman við havinum. 4Tað stóð á tólv oksum; av teimum horvdu tríggir norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir, soleiðis at havið hvíldi á teimum, og døvir teirra horvdu inneftir. 5Tað var eina løgd til tjúktar, og tromin á tí gjørd eins og tromin á steypi, vorðin sum liljublóma; tað tók trý túsund bat.
6Framvegis gjørdi hann tíggju ílát; fimm teirra setti hann høgrumegin og fimm teirra vinstrumegin til tváttar; í teimum skuldi verða skolað tað, sum nýtt varð við brenniofrini; men havið skuldi vera fyri prestarnar at tváa sær í. 7Framvegis gjørdi hann hinar tíggju gullljósastakarnar, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir inn í aðalhúsið, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin. 8Framvegis gjørdi hann tey tíggju borðini og setti tey upp í aðalhúsinum, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin; eisini gjørdi hann hundrað skálir av gulli.
9Og hann gjørdi forgarð prestanna og forgarðin mikla, og á forgarðin setti hann veingjaportur, sum hann legði við kopari. 10Havið setti hann høgrumegin templið við landsynningshornið.
11Og Huram gjørdi pottarnar, eldspakarnar og offurbollarnar; og leyk Huram soleiðis tí verki, sum hann hevði fingið at gera fyri Sálomon kong við hús Guðs: 12Báðar súlurnar og bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á teimum og bæði netverkini til at hylja bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, 13og tey fýra hundrað granateplini á báðum netverkunum, tvey røð av granateplum á hvørjum netverkinum, sum hylja skuldu bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, 14kervagnarnar tíggju við teim tíggju kerunum, 15havið og teir tólv oksarnar undir tí, 16pottarnar, eldspakarnar, offurbollarnar og øll tilhoyrandi amboð gjørdi Huram-Ábi fyri Sálomon kong til hús Harrans úr skygdum kopari. 17Kongur læt stoypa hetta á Jórdanslættanum við Ádama vað millum Sukkot og Zereda. 18Sálomon læt gera ovurmikið av øllum hesum lutum, tí at ikki varð kannað eftir, hvussu nógv ið fór til av kopari. 19Og Sálomon læt gera øll tey amboð, sum vera skuldu í húsi Guðs, gullaltarið, borðini, sum sýnisbreyðini lógu á, 20ljósastakarnar við lampunum, ið tendraðar skuldu verða á tilskilaðan hátt fyri framman innhúsið, av skírum gulli, 21blómuprýðið, lampurnar, ljósasaksarnar av gulli, ja, av úrvalsgulli, 22og knívarnar, offurbollarnar, kannurnar, eldpannurnar av skírum gulli og leikindini á teim innaru tempulhurðunum fyri tí alraheilagasta og á tempulhurðunum fyri aðalhúsinum av gulli.