Skip to content

Seinna Krýnikubók 3

3
Templið verður bygt
1Síðan fór Sálomon undir at byggja hús Harrans í Jerúsalem á Moriafjalli, har sum Harrin hevði birtst fyri Dávidi, faðir hans, á staði tí, sum Dávid hevði búgvið til, á treskivølli Ornans Jebusita. 2Og hann byrjaði at byggja í øðrum mánaði á fjórða ríkisári sínum. 3Og grundvøllurin, sum Sálomon legði til at byggja hús Guðs á, var seksti alnir langur eftir fornum máti og tjúgu alnir breiður. 4Og forsalurin fyri framman tempulhúsið var tjúgu alnir breiður samsvarandi breidd tempulsins og tjúgu alnir háur; og hann legði hann innan við skírum gulli. 5Aðalhúsið bróstaði hann við syprisborðum, og eisini tað legði hann við skírum gulli og prýddi tað við pálmum og blómukransum. 6Framvegis setti hann húsið við dýrum steinum til prýðis; og gullið var Parváimgull. 7Og hann legði húsið, bjálkar, gáttir, bróst og hurðar við gulli og læt kerúbar skera út á bróstinum. 8Hann gjørdi eisini hitt alraheilagasta; longd tess tvørtur við templinum var tjúgu alnir og breiddin tjúgu alnir; hann legði tað við skírum gulli, sum vá seks hundrað talentir. 9Naglarnir vógu fimmti siklar í gulli; eisini loftsherbergini legði hann við gulli.
Kerúbarnir tveir
10Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir hagliga útskornar kerúbar og legði teir við gulli. 11Veingirnir á kerúbunum vóru tilsamans tjúgu alnir langir; annar vongurin á øðrum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, nart við veingin á hinum kerúbinum, 12og annar vongurin á hinum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, var áfastur við veingin á hinum kerúbinum. 13Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum – fult útbreiddir – tjúgu alnir; teir stóðu upprættir við andlitunum inneftir.
Fortjaldið
14Og hann gjørdi fortjaldið av bláum og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og prýddi tað við kerúbum.
Koparsúlurnar tvær (smbr. 1 Kong 6,1-28; 7,15-22)
15Hann gjørdi tvær súlur til at standa fyri framman templið; tær vóru tríati og fimm alnir háar, og súlnahøvdið oman á hvørjari var fimm alnir. 16Síðan gjørdi hann heingikransar eins og hálsfesti, sum hann hongdi upp á súlnahøvdini, og setti hundrað granatepli á heingikransarnar. 17Hesar súlur reisti hann fyri framman templið, aðra høgrumegin og hina vinstrumegin. Høgru súluna nevndi hann Jákin og hina vinstru Bóaz.