YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 1

1
Paulus sendir heilsan
1Paulus, við Guðs vilja kallaður at vera ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes, 2senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum. 3Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Paulus takkar Guði fyri náðigávurnar til kirkjuliðið í Korint
4Eg takki altíð Guði mínum tykkara vegna, fyri ta Guðs náði, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, 5at tit í honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og í øllum kunnleika, 6líkasum eisini vitnisburðurin um Krist er staðfestur tykkara millum, 7so at tykkum ikki skortar nakra náðigávu, meðan tit vænta opinbering várs harra Jesu Krists, 8hann sum eisini skal staðfesta tykkum til endans, so at tit mega vera ólastandi á degi várs harra Jesu Krists. 9Trúfastur er Guð, sum tit vórðu kallað við til samfelags við son hansara Jesus Krist, harra okkara.
Paulus átalar ósemju
10Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan. 11Tí at mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at tað er klandur tykkara millum. 12Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: «Eg eri í parti Paulusar», «eg eri í parti Ápollosar», «eg eri í parti Kefasar», «eg eri í parti Krists». 13Er tá Kristus býttur sundur? Var tað Paulus, sum varð krossfestur fyri tykkum? Ella var tað til navns Paulusar, tit vórðu doyptir? 14Eg takki Guði fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus, 15fyri at eingin skal kunna siga, at tað var til mítt navn, tit vórðu doyptir. 16Men, tað er rætt, eg doypti eisini húsfólk Stefanasar. Annars veit eg meg ikki hava doypt nakran annan.
Boðskapurin tykist teimum vantrúgvandi at vera dárskapur, men hinum kallaðu kraft og vísdómur frá Guði
17Tí at Kristus sendi meg ikki út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Krists ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti. 18Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. 19Tí at skrivað stendur: «Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.» 20Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Guð ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins? 21Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva; 22við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm, 23men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, 24men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm. 25Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan.
Guð hevur valt sær tey vanvirdu
26Tí at, brøður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir; 27men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar; 28og tað, sum heimurin heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er, 29til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. 30Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing, 31fyri at, soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum.»

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy