YouVersion Logo
Search Icon

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 16

16
Paulus leggur gott orð inn fyri Føbe og sendir heilsan til mong
1Eg leggi eitt gott orð inn fyri Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu, 2at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við. 3Heilsið Prisku og Akvilasi, starvsfeløgum mínum í Kristi Jesusi, 4sum hava sett sítt egna lív í váða fyri lív mítt, og ikki eg einsamallur takki teimum, men eisini øll kirkjulið heidninganna, 5og heilsið kirkjuliðinum í húsi teirra. Heilsið Epænetusi, mínum elskaða, sum er frumgróðurin úr Ásiu fyri Krist. 6Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum. 7Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum, sum eru navngitnir ápostlanna millum, og sum har aftrat hava verið í Kristi undan mær. 8Heilsið Ampliatusi, mínum elskaða í Harranum. 9Heilsið Urbanusi, starvsfelaga okkara í Kristi, og Stakkysi, mínum elskaða. 10Heilsið Appelesi, sum er fullroyndur í Kristi. Heilsið húsfólkunum hjá Aristobuli. 11Heilsið Herodioni, skyldmanni mínum. Heilsið teimum húsfólkunum hjá Narkissusi, sum eru í Harranum. 12Heilsið Trýfænu og Trýfosu, sum hava arbeitt í Harranum. Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur lagt nógv fyri seg í Harranum. 13Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni. 14Heilsið Asynkritusi, Flegoni, Hermesi, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum, sum hjá teimum eru. 15Heilsið Filologusi og Juliasi, Nerevsi og systur hansara, og Olympasi og øllum heilagum, sum hjá teimum eru. 16Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll kirkjulið Krists senda tykkum heilsan.
Paulus varar lesararnar við falslærarar
17Men eg áminni tykkum, brøður, at geva gætur eftir teimum, sum valda ósemjurnar og meinbogarnar beint ímót teirri læru, sum tit hava lært, og haldið tykkum burtur frá teimum. 18Tí at slíkir tæna ikki harra okkara, Kristi, men heldur sínum egna búki, og við fagurlátum og blíðmæltum orðum dára teir hjørtuni í góðvarnum. 19Tí at lýdni tykkara er vorðið almanna kunnugt; tí gleðist eg um tykkum; men eg vil, at tit skulu vera vísir viðvíkjandi hinum góða, men fákunnir viðvíkjandi hinum illa. 20Men Guð friðarins skal brádliga sundursora Sátan undir fótum tykkara. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!
Paulus ber heilsan frá ymsum
21Timoteus, starvsfelagi mín, og Lukius og Jason og Sosipater, frændur mínir, lata heilsa tykkum. 22Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið, sendi tykkum heilsan í Harranum. 23Gajus, sum lænir mær og øllum kirkjuliðinum hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í staðinum, letur heilsa tykkum, og bróðirin Kvartus. 24Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen.
Paulus endar brævið við lovi til Guðs
25Men honum, sum er mentur at styrkja tykkum samsvarandi gleðiboðskapi mínum og boðanini um Jesus Krist eftir opinberingini av tí loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið tagdur um, 26men nú er opinberaður og við profetiskum skriftum, eftir fyriskipan hins æviga Guðs, kunngjørdur fyri øllum heidnum fólkum til at vekja trúarlýdni, 27hinum eina, alvísa Guði veri fyri Jesu Krists skuld dýrd um aldur og ævir allar! Amen.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy