YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 2

2
Paulus kom ikki til Korint við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði
1Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. 2Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. 3Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. 4Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, 5fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft.
Paulus hevur ein vísdóm frá Guði at boða, lærdur av andanum
6Men vísdóm tala vit millum hinna fullkomnu, men ein vísdóm, sum ikki hoyrir hesum heimi til ella høvdingunum í hesum heimi, sum verða til einkis; 7men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar, 8og sum eingin av høvdingunum í hesum heimi kendi; tí at høvdu teir kent hann, tá høvdu teir ikki krossfest dýrdardrottin. 9Men tað er, soleiðis sum skrivað stendur: «Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Guð hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann.» 10Men okkum hevur Guð opinberað tað við andanum; tí at andin rannsakar alt, eisini dýpdir Guðs. 11Tí at hvør av menniskjum veit, hvat ið býr í menniskjuni, uttan menniskjunnar andi, sum er í henni? Soleiðis kennir heldur eingin, hvat ið býr í Guði, uttan Guðs andi. 12Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Guði, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Guði, 13og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum.
Ein vísdómur, ið skilst av teim, sum hava anda Guðs
14Men ein náttúrlig menniskja tekur ikki við tí, sum hoyrir Guðs anda til, tí at tað er henni dárskapur, og hon er ikki før fyri at kenna tað, av tí at tað verður dømt á andligan hátt. 15Men hin andligi dømir um alt, men sjálvur verður hann ikki dømdur av nøkrum. 16Tí at hvør hevur kent hug Harrans, so at hann skuldi lært hann? Men vit hava hug Krists.

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy