YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Timoteusarbrævið 2

2
Gudstænastuforskriftir serliga fyri felagsbønir
1Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, 2fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. 3Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, 4sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. 5Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus, 6sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma, 7og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.
Atferð konanna
8Eg vil tá, at menninir skulu halda bøn soleiðis, at teir á einum og hvørjum staði lyfta upp heilagum hondum uttan vreiði og trætnað, 9somuleiðis at konur skulu prýða seg við sámiligum klæðum, við blúgv og hóvsemi, ikki við flættum og gulli ella perlum ella dýrum skarti, 10men eins og konum sømir, sum viðkenna sær gudsótta, við góðum gerningum. 11Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. 12Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri. 13Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; 14og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð. 15Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy