Eg vil tá, at menninir skulu halda bøn soleiðis, at teir á einum og hvørjum staði lyfta upp heilagum hondum uttan vreiði og trætnað, somuleiðis at konur skulu prýða seg við sámiligum klæðum, við blúgv og hóvsemi, ikki við flættum og gulli ella perlum ella dýrum skarti, men eins og konum sømir, sum viðkenna sær gudsótta, við góðum gerningum.