Fyrra Korintbrævið 5
5
Maður, ið livir í hori, eigur at verða rikin úr kirkjuliðinum
1Yvirhøvur frættist um hor tykkara millum, og tað slíkt hor, sum enntá ikki er at finna hjá heidningunum, at maður heldur saman við konu faðirs síns. 2Og tit eru uppblásnir, ístaðin fyri at tit heldur áttu at harmast, so at tann, sum hevur gjørt henda gerning, kundi verið koyrdur út úr felagi tykkara! 3Tí at eg fyri mín part, frástaddur við likaminum, men hjástaddur við andanum, havi longu, sum var eg hjástaddur, felt tann dóm, at tann, sum hetta hevur gjørt, 4hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, 5verða givin upp til Sátan til týningar av holdinum, fyri at andin má verða bjargaður á Harrans Jesu degi. 6Ikki er tað vakurt, sum tit rósa tykkum av. Vita tit ikki, at lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið? 7Reinskið burtur hitt gamla súrdeiggið, fyri at tit mega vera nýtt deiggj, eins og tit eru ósúrgaðir; tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. 8Latum okkum tí halda hátíð, ikki við gomlum súrdeiggi ella við ilsku og óargaskapar súrdeiggi, men við reinleiks og sannleiks ósúrgaðu breyðum!
Paulus rættar nakað, sum hann fyrr hevur skrivað um horkallar
9Eg skrivaði til tykkara í brævinum, at tit eingi viðurskifti skuldu hava við horkallar, 10og tað meinti eg ikki við horkallar í hesum heimi yvirhøvur, ella við gírugar og ránsmenn ella avgudadýrkarar, tí at tá noyddust tit at fara út úr heiminum; 11men nú skrivaði eg til tykkara, at tit eingi viðurskifti skulu hava við nakran, sum er kallaður bróðir, men er ein horkallur ella gírugur ella avgudadýrkari ella illmælismaður ella drykkjumaður ella ránsmaður, so at tit ikki so mikið sum fáa tykkum at eta saman við einum slíkum. 12Tí at hvat havi eg við at gera at døma teir, sum uttanfyri eru? Døma ikki tit teir, sum innanfyri eru? 13Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum!
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 5: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society