YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 4

4
Paulus og starvsbrøður hans eru tænarar Krists og verða ikki dømdir av monnum, men av Harranum
1Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs. 2Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. 3Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. 4Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin. 5Dømið tí ikki nakað fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann sum eisini skal leiða tað fram í ljósið, sum er fjalt í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna; og tá skal ein og hvør fáa rós sítt av Guði.
Paulus verjir seg móti Korintmonnum, sum vanmeta hann
6Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum. 7Tí at hvør gevur tær fyrimun? Og hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Men hevur tú nú fingið, hví rósar tú tær tá, sum tú ikki hevði fingið? 8Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum! 9Tí at mær tykir, at Guð hevur sett okkum ápostlarnar aftastar, eins og deyðadømdar; tí at vit eru vorðnir heiminum ein skurssjón, bæði einglum og monnum. 10Vit eru fávitskutir fyri Krists skuld, men tit eru vitrir í Kristi; vit veikir, men tit sterkir; tit í miklum metum, men vit vanvirdir. 11Líka at hesi stund eru vit bæði svangir og tystir og naknir, og vit verða bardir og hava ongan tilhaldsstað; 12og vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum; vit verða útspiltir, og vit vælsigna; vit verða forfylgdir, og vit taka tað við toli; 13vit verða spottaðir, og vit áminna; vit eru vorðnir sum heimsins gólvsóp, útskot hjá øllum líka til nú.
Paulus leggur teimum eina við at líkjast sær. Hann ávarar teir dramblátu
14Ikki skrivi eg hetta tykkum til skammar; men eg áminni tykkum eins og elskaðu børn míni. 15Tí at um tit so hava tíggju túsund lærumeistarar í Kristi, hava tit tó ikki mangar fedrar; tí at eg havi í Kristi Jesusi gitið tykkum við gleðiboðskapinum. 16Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir! 17Tess vegna sendi eg til tykkara Timoteus, sum er mítt elskaða og trúfasta barn í Harranum, og hann skal minna tykkum á vegir mínar í Kristi, soleiðis sum eg læri allar staðir í hvørjum kirkjuliði. 18Men summir hava blást seg upp, í vón um at eg ikki mundi koma til tykkara. 19Men eg komi brátt til tykkara, um Harrin vil, og skal tá fáa at kenna ikki orð teirra, sum eru uppblásnir, men kraft teirra. 20Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft. 21Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella við kærleika og spaklyndis anda?

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 4: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in