Og hini menniskjuni, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum, vendu ikki um frá handaverkum sínum, so at tey hildu uppat at tilbiðja hinar illu andarnar og skurðgudarnar av gulli og av silvuri og av kopari og av steini og av træi, sum hvørki kunnu síggja ella hoyra ella ganga. Og tey vendu ikki um frá manndrápum sínum ella frá gandakunstum sínum, ella frá hordómi sínum, ella frá tjóvskapi sínum.