1
Jóhannesar opinbering 8:1
BÍBLIA
FB
Og tá ið tað læt upp hitt sjeynda innsiglið, varð tøgn á himni okkurt um hálvan tíma.
Compare
Explore Jóhannesar opinbering 8:1
2
Jóhannesar opinbering 8:7
Og hin fyrsti eingilin básúnaði, og tá kom heglingur og eldur, blandað við blóði, og tað varð kastað oman á jørðina; og triðingurin av jørðini brendist, og triðingurin av trøunum brendist, og alt grønt gras brendist.
Explore Jóhannesar opinbering 8:7
3
Jóhannesar opinbering 8:13
Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: «Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!»
Explore Jóhannesar opinbering 8:13
4
Jóhannesar opinbering 8:8
Og annar eingilin básúnaði, og tað var, sum stórt fjall, logandi av eldi, varð kastað í havið; og triðingurin av havinum varð blóð.
Explore Jóhannesar opinbering 8:8
5
Jóhannesar opinbering 8:10-11
Og triði eingilin básúnaði, og niður av himni fall stór stjørna, logandi sum kyndil, og hon fall niður á triðingin av áunum og á vatnskeldurnar. Og navnið á stjørnuni kallast malurt, og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og mangir menn doyðu av vøtnunum, tí at tey vóru vorðin beisk.
Explore Jóhannesar opinbering 8:10-11
6
Jóhannesar opinbering 8:12
Og fjórði eingilin básúnaði, og triðingurin av sólini varð raktur og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrktur, og dagurin misti triðingin av ljósi sínum, og náttin somuleiðis.
Explore Jóhannesar opinbering 8:12