1
Jóhannesar opinbering 7:9
BÍBLIA
FB
Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum
Compare
Explore Jóhannesar opinbering 7:9
2
Jóhannesar opinbering 7:10
og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.»
Explore Jóhannesar opinbering 7:10
3
Jóhannesar opinbering 7:17
tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt tár av eygum teirra.»
Explore Jóhannesar opinbering 7:17
4
Jóhannesar opinbering 7:15-16
Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti
Explore Jóhannesar opinbering 7:15-16
5
Jóhannesar opinbering 7:3-4
og segði: «Grandið ikki jørðini, heldur ikki havinum, heldur ikki trøunum, áðrenn vit hava innsiglað tænarar Guðs várs á ennum teirra!» Og eg hoyrdi talið á hinum innsiglaðu, hundrað og fýrati og fýra túsund vórðu innsiglaðir av øllum ættargreinum Ísraelssona
Explore Jóhannesar opinbering 7:3-4