Og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Hvussu leingi, Harri, tú heilagi og sannorðaði, ætlar tú at bíða við at døma og at hevna blóð okkara á teir, sum á jørðini búgva?» Og teimum vórðu fingin, einum og hvørjum, long hvít klæði, og sagt varð við teir, at teir skuldu hvílast enn eina stutta tíð, inntil eisini samtænarar teirra og brøður teirra, sum skuldu verða dripnir eins og teir sjálvir, fyltu talið.