1
Jóhannesar opinbering 20:15
BÍBLIA
FB
Og um einhvør ikki fanst skrivaður í lívsins bók, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Compare
Explore Jóhannesar opinbering 20:15
2
Jóhannesar opinbering 20:12
Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra.
Explore Jóhannesar opinbering 20:12
3
Jóhannesar opinbering 20:13-14
Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. Og deyðin og helheimurin vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin.
Explore Jóhannesar opinbering 20:13-14
4
Jóhannesar opinbering 20:11
Og eg sá stórt, hvítt hásæti og tann, sum í tí sat; fyri ásjón hansara hvarv jørðin og himmalin, og staður var ikki at finna fyri teimum.
Explore Jóhannesar opinbering 20:11
5
Jóhannesar opinbering 20:7-8
Og tá ið hesi túsund árini eru liðin, skal Sátan verða loystur úr fongsli sínum. Og hann skal ganga út til at villa fólkasløgini, tey sum eru á hinum fýra hornunum á jørðini, Gog og Mágog, og savna tey saman til bardaga, og talið á teimum er sum havsins sandur.
Explore Jóhannesar opinbering 20:7-8