1
Evangeliið eftir Matteus 12:36-37
BÍBLIA
FB
Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.»
Compare
Explore Evangeliið eftir Matteus 12:36-37
2
Evangeliið eftir Matteus 12:34
Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.
Explore Evangeliið eftir Matteus 12:34
3
Evangeliið eftir Matteus 12:35
Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum.
Explore Evangeliið eftir Matteus 12:35
4
Evangeliið eftir Matteus 12:31
Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin.
Explore Evangeliið eftir Matteus 12:31
5
Evangeliið eftir Matteus 12:33
Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.
Explore Evangeliið eftir Matteus 12:33