1
Fyrra Korintbrævið 12:7
BÍBLIA
FB
Men opinbering andans verður einum og hvørjum givin til tað, sum gagnligt er.
Compare
Explore Fyrra Korintbrævið 12:7
2
Fyrra Korintbrævið 12:27
Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:27
3
Fyrra Korintbrævið 12:26
Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:26
4
Fyrra Korintbrævið 12:8-10
Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda; øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda; øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:8-10
5
Fyrra Korintbrævið 12:11
Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:11
6
Fyrra Korintbrævið 12:25
fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:25
7
Fyrra Korintbrævið 12:4-6
Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:4-6
8
Fyrra Korintbrævið 12:28
Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar, í øðrum lagi til profetar, í triðja lagi til lærarar, síðan kraftargerðir, tínæst gávur til at grøða, til at hjálpa, til at stýra, og ymsar tungutalur.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:28
9
Fyrra Korintbrævið 12:14
Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir.
Explore Fyrra Korintbrævið 12:14
10
Fyrra Korintbrævið 12:22
Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu
Explore Fyrra Korintbrævið 12:22
11
Fyrra Korintbrævið 12:17-19
Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin? Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði. Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið?
Explore Fyrra Korintbrævið 12:17-19