YouVersion Logo
Search Icon

Jeremia 1

1
Formæli
1Orð av Jeremia Hilkiasyni, ein av prestunum í Ánatot í Benjamins landi; 2til hansara kom orð Harrans á døgum Jósia Ámonssonar, Júdakongs, á trettanda ríkisári hans, 3og framvegis á døgum Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, alt til ársloks hins ellivta árs Zidkia Jósiasonar, Júdakongs, alt til íbúgvar Jerúsalems vórðu herleiddir í fimta mánaðinum.
Kallan Jeremia; mandlutræið og ketilin
4Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 5Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg; til at vera profet tjóðanna havi eg sett teg. 6Men eg svaraði: O, Harri, drottin! Sí, eg dugi ikki at røða, tí at eg eri so ungur. 7Tá segði Harrin við meg: Sig ikki: Eg eri so ungur! Men far allar staðir, hvar eg so sendi teg, og tala alt tað, sum eg bjóði tær. 8Óttast teir ikki, tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin. 9Og Harrin rætti út hond sína, nart við munn mín og segði við meg: Sí, nu leggi eg orð míni í munn tín. 10Sí, eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og kongaríkini til at slíta upp og bróta niður, til at oyða og týna, til at byggja upp og seta niður. 11Síðan kom orð Harrans til mín soljóðandi: Hvat sært tú, Jeremia? Eg svaraði: Eg síggi mandluviðargrein. 12Men Harrin segði við meg: Rætt hevur tú sæð; tí at eg vil vaka yvir orði mínum til tess at evna tað. 13Og orð Harrans kom aftur til mín soljóðandi: Hvat sært tú? Eg svaraði: Eg síggi sjóðandi pott við eldstaðin móti norðuri. 14Tá segði Harrin við meg: Úr norðuri skal ógævan koma sjóðandi út yvir allar íbúgvar landsins. 15Tí sí, eg stevni higar øllum kongaríkjunum har norðuri, sigur Harrin; og teir skulu koma og reisa hvør sítt hásæti uttan fyri Jerúsalems borgarlið og móti borgargørðum hennara alt íkring og móti øllum borgum Júda; 16og eg skal fella dómin yvir teir vegna alla vándsku teirra, at teir søgdu meg burtur og ofraðu fremmandum gudum roykilsi og tilbóðu handaverk síni. 17Men gyrð nú lendar tínar, statt upp og tala til teirra alt tað, sum eg bjóði tær, og óttast teir ikki, at eg ikki skal gera teg ræddan fyri teimum! 18Og eg, sí, eg vil í dag gera teg til víggirda borg, til jarnsúlu og koparmúr móti øllum landinum, móti kongum og høvdingum Júda, móti prestunum og øllum fólkinum í landinum. 19Og tá ið teir berjast ímóti tær, skulu teir ikki vera tær yvirmentir; tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin, drottin.

Currently Selected:

Jeremia 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy