YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 14

14
Dagur Harrans: Trongd Jerúsalems og frelsa
1Sí, tað kemur ein dagur, dagur Harrans, tá herfongur tín verður sundurskiftur í miðjum tær. 2Eg savni allar heidningatjóðir til bardaga móti Jerúsalem; hertikin skal borgin verða; húsini verða rænd, konurnar neyðtiknar, og helmingur borgarbúgvanna skal fara í útlegd, men tað, sum tá er eftir, skal ikki verða oytt úr borgini. 3Men tá man Harrin halda í bardaga móti hesum tjóðum, eins og tá hann bardist í forðum á orrustudegnum. 4Á tí degi munnu føtur hansara standa á Oljufjallinum, sum er eystanvert við Jerúsalem; og Oljufjallið skal klovna um tvørt frá eystri til vesturs, so at har verður ovurstórur dalur, tí at annar helmingur fjalsins man víkja til norðurs og hin til suðurs; 5og tit skulu flýggja í fjalladal mín – tí at fjalladalurin røkkur til Ázal – og tit skulu flýggja, eins og tit flýddu hina ferðina undan jarðskjálvtanum á døgum Uzzia, Júdakongs. Og tá kemur Harrin, Guð tín, og við honum allir hinir heilagu hans.
Dýrdartíðin, tá ið Harrin verður kongur
6Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; 7tað verður dagur uttan íhald – dagur, sum er Harranum kunnur – nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst. 8Á tí degi man livandi vatn streyma út úr Jerúsalem, annar helmingur tess skal renna út í eysturhavið og hin helmingurin út í vesturhavið; á sumri sum á vetri skal tað streyma. 9Tá verður Harrin kongur um allan heimin; og á tí degi man Harrin vera ein og navn hans eitt. 10Og landið alt skal vera ein einasti slætti frá Gebu alt at Rimmon í suðuri; men Jerúsalem skal liggja hátt hevjað á sama staði sínum og vera bygd frá Benjamins liði og hagar, sum hitt fyrra liðið var, alt at hornliðinum, frá Hánaels torni alt at vínfargum kongsins; 11har skal einki vera vígt deyðanum meira, og Jerúsalem skal liggja ekkaleys.
Undirgongd heidninganna
12Men hetta skal vera tann plágan, sum Harrin letur koma yvir allar tær tjóðir, sum fóru í hernað móti Jerúsalem! Hold teirra skal rotna, sum teir standa, eyguni hjadna í eygnaholum teirra og tungan í munni teirra visna. 13Á tí degi skal mikil ræðsla frá Harranum koma yvir teir; teir skulu tríva hvør í annan og leggja hond hvør á annan. 14Eisini Júda skal berjast í Jerúsalem; og eyður alra tjóða har um leið skal verða samansavnaður, bæði gull og silvur og almikið av klæðum. 15Og sama plágan skal koma yvir hestar, múldjór, kamelar, asnar og allan fenað, sum teir hava í herbúðum sínum.
Tjóðirnar halda leyvskálahátíð í Jerúsalem
16Og allir teir, ið eftir verða av teimum heidningatjóðunum, ið fóru herferð móti Jerúsalem, munnu á hvørjum ári fara niðan hagar at tilbiðja kongin, Harra herliðanna, og halda leyvskálahátíðina. 17Men er tá okkurt fólk á jørð, sum ikki fer niðan til Jerúsalem at tilbiðja kongin, Harra herliðanna, hjá tí fólki skal eingin regnskúrur koma. 18Og um Egyptalands fólk ikki fer niðan og ikki kemur hagar, tá skal sama plágan koma yvir teir, sum Harrin letur koma yvir heidningatjóðirnar. 19Hetta verður syndarevsing Egyptalands og alra teirra tjóða, sum ikki fara niðan til tess at halda leyvskálahátíðina.
Heilagleiki Jerúsalems og Júda
20Á tí degi skal standa á bjøllum hestanna: «Halgaðir Harranum»; og ketlarnir í húsi Harrans skulu vera eins og offurbollarnir fyri altarinum; 21ja, hvør ketil í Jerúsalem og Júda skal vera halgaður Harra herliðanna; og allir teir, sum koma at bera fram offur, skulu taka einhvønn teirra til at kóka í; og á tí degi skal eingin sølumaður meira finnast í húsi Harra herliðanna.

Currently Selected:

Zakarja 14: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy