YouVersion Logo
Search Icon

Rutarbók 4

4
Bóaz giftist við Rut
1Bóaz fór nú niðan í borgarliðið og settist har. Tá bar so á, at loysnarmaðurin kom framvið, sum Bóaz hevði talað um; og hann kallaði á hann: «Kom tú og set teg her!» Hann fór tá og setti seg har. 2Tá tók hann tíggju av teimum elstu í bygdini og segði: «Setið tykkum her!» Og teir settust niður. 3Síðan segði hann við loysnarmannin: «Nóomi, sum er afturkomin úr Móablandi, hevur selt ta jørðina, sum skyldmaður okkara Elimelek átti. 4Og eg hugsaði, eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana nú, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Um tú vilt loysa, so loys nú; men um tú ikki vilt loysa, tá sig mær frá, so at eg veit tað; tí at eingin er at loysa uttan tú og eftir teg eg sjálvur!» Hann svaraði: «Eg ætli at loysa!» 5Men Bóaz segði: «Í somu løtu, tú keypir jørðina frá Nóomi, keypir tú eisini konu hins deyða, Rut, hina móabitisku, til tess at uppreisa honum navn á arvaluti hans!» 6Men tá svaraði loysnarmaðurin: «Tá kann eg ikki loysa, tí at tá verði eg at spilla mín egna arvalut; loys tú tað, sum eg átti at loyst, tí at eg kann ikki loysa!» 7Men tað var áður siður í Ísrael viðvíkjandi loysing og skifti, tá ið nakað skuldi staðfestast, at annar tók skógvin av sær og flýddi hann hinum; við hesum varð vitnisburður staðfestur í Ísrael. 8Tá ið nú loysnarmaðurin segði við Bóaz: «Keyp tú hana!» fór hann tí alt í einum úr skónum. 9Tá segði Bóaz við hinar elstu og alt fólkið: «Tit kunnu í dag vátta, at eg havi keypt frá Nóomi alt tað, sum Elimelek átti, og alt tað, ið Maklon og Kiljon áttu. 10Eisini Rut, hina móabitisku, konu Maklons, havi eg keypt mær til konu til tess at uppreisa navn hins deyða á arvaluti hans, til tess at navn hins deyða ikki skal doyggja út millum brøðra hans, ikki heldur úr borgarliðinum. Tit eru vitni í dag!» 11Tá segði alt fólkið, sum var í borgarliðinum, og hinir elstu: «Ja, um tað eru vit vitni! Gævi Guð, at hetta fljóð, ið kemur í hús títt, má verða eins og Rakul og Lea, ið báðar bygdu Ísraels hús. Verð frægur í Efrata, og verði navn títt dýrmett í Betlehem! 12Og verði hús títt sum húsið hjá Perezi, ið Támar føddi Júda, fyri tað avkom, ið Harrin vil veita tær við hesum unga fljóði!»
Óbed føddur
13Síðan tók Bóaz Rut til sín, og hon varð kona hans; og Harrin gav henni gitnað, og hon føddi son. 14Tá søgdu konurnar við Nóomi: «Signaður veri Harrin, ið ikki hevur latið svitast tær loysnarmann í dag; dýrmett veri navn hans í Ísrael. 15Hann veri tær uggari og ellistuðul; tí sonarkona, sum elskar teg, hevur alt hann – hon, ið er tær betri enn sjey synir!» 16Og Nóomi tók barnið á fang sítt og gjørdist fostra tess. 17Og grannkonurnar góvu honum navn og søgdu: «Sonur er føddur Nóomi!» Og tær nevndu hann Óbed; hann varð faðir at Ísai, sum varð faðir at Dávidi.
Ættartal Dávids
18Hetta er ættartalið hjá Perezi: Perez gat Hezron; 19Hezron gat Rám, Rám gat Amminadab; 20Amminadab gat Náhsjon, Náhsjon gat Salmon; 21Salmon gat Bóaz, Bóaz gat Óbed; 22Óbed gat Ísai, og Ísai gat Dávid.

Currently Selected:

Rutarbók 4: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy