Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 5

5
Bókin við sjey innsiglum, sum bert lambið kann loysa
1Og eg sá í høgru hond hansara, sum í hásætinum sat, bók, skrivaða innan og uttan, innsiglaða við sjey innsiglum. 2Og eg sá veldigan eingil, sum rópaði við harðari rødd: «Hvør er verdur at lata upp bókina og loysa innsigli hennara?» 3Og eingin var tann á himni ella á jørð ella undir jørðini, sum var førur fyri at lata upp bókina ella hyggja í hana. 4Og eg græt illa, av tí at eingin varð funnin verdur at lata upp bókina ella hyggja í hana. 5Og ein av hinum elstu sigur við meg: «Grát ikki! Sí, sigrað hevur leyvan av ættargrein Júda, rótskot Dávids, so at hann er førur fyri at lata upp bókina og tey sjey innsigli hennara. 6Og eg sá, mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og mitt ímillum hinar elstu stóð lamb, sum var tað dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu, og eru tað teir sjey andar Guðs, sum eru sendir út um alla jørðina. 7Og tað kom og tók bókina úr høgru hond hansara, sum í hásætinum sat.
Lovsongur til lambsins
8Og tá ið tað hevði tikið bókina, fullu hinar fýra verurnar og hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri lambinum, teir høvdu hvør sína hørpu og gullskálir, fullar av roykilsi, og eru tað bønir teirra heilagu. 9Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum, 10og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini!» 11Og eg sá, og eg hoyrdi rødd av mongum einglum allan vegin rundan um hásætið og verurnar og hinar elstu, og talið á teimum var tíggju túsund ferðir tíggju túsund og túsund ferðir túsund. 12Teir søgdu við harðari rødd: «Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing!» 13Og ein og hvønn skapning, sum er á himni og á jørð og undir jørðini og á havinum, og alt, sum í teimum er, hoyrdi eg siga: «Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum veri signingin og heiðurin og dýrdin og kraftin um aldur og allar ævir!» 14Og hinar fýra verurnar søgdu: «Amen!» Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu.

Currently Selected:

Jóhannesar opinbering 5: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in