Jóhannesar opinbering 17:8
Jóhannesar opinbering 17:8 FB
Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma.





