Sálmarnir 84
84
1Til songmeistarans, til gittit, av Kora sonum, ein sálmur. 2Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri! 3Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði. 4Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín! 5Sælir eru teir, sum í húsi tínum búgva, altíð teir lovprísa tær! Sela. 6Sælir eru teir, sum hjá tær eiga styrki, við pílagrímsferðum í huga! 7Fara teir gjøgnum Baka dalin, gera teir hann til eitt keldulop, og várregnið við signing hann fríðkar. 8Teir ganga fram frá kraft til kraft fyri Guð at skoða á Zion. 9Harri, herskaranna Guð, hoyr mína bøn! Lýð á meg, Jákups Guð! Sela. 10Guð, vár skjøldur, lít tú at og skoða andlit hins salvaða tíns! 11Tí betri er dagur ein í forgørðum tínum enn túsund har úti; betri at sita á gáttini í Guðs míns húsi enn í gudloysis tjøldum at búgva! 12Tí at Harrin Guð er sól og skjøldur, Harrin gevur náði og æru; einki gott hann teimum noktar, sum í sakloysi ganga. 13Herskaranna Harri, sælur er tann, ið lít sína setir til tín!
Currently Selected:
Sálmarnir 84: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society