Sálmarnir 82
82
Ein sálmur; av Ásafi.
1Guð er staddur á gudafundi, mitt ímillum guda heldur hann dóm: 2«Hvussu leingi vilja tit døma rangar dómar og við vándum monnum draga eina línu? Sela. 3Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir. 4Hjálpið teim ørmu og eymu, bjargið teim úr vándra manna hondum! 5Teir eru uttan vit og skil, í myrkri teir ganga, tí riða jarðarríkis grundarstólpar allir. 6Sagt eg havi: gudar tit eru, synir hins hægsta allir samlir; 7men av sonnum tit eins og menn skulu doyggja og falla sum høvdingar aðrir.» 8Reis teg, Guð, halt yvir jørðini dóm, tí yvir fólkasløgum øllum Harri tú ert!
Currently Selected:
Sálmarnir 82: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society