Sálmarnir 80
80
1Til songmeistarans; til sjusjanedut; av Ásafi; ein sálmur. 2Ísraels hirði! tú gevi ljóð, tú leiði Jósef sum seyðafylgi! Tú, ið yvir kerúbum trónar, lat lýsa ljóma tín 3fyri Efraim, Benjamin og fyri Manasse! Bjóða út megi tína, og kom tú til hjálpar okkum! 4Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða! 5Harri, herskaranna Guð, hvør leingi hevur vreiði tín rokið, tó at fólk títt bað? 6Tú hevur okkum mettað við táranna breyði, givið okkum grát at drekka í fullum skálum; 7hevur latið okkum verða eina eymd fyri gronnum, fíggindar várir okkum spotta. 8Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. 9Tú sleitst upp eitt víntræ úr Egyptalandi, tú heidnar rakst út og setti tað niður. 10Tú ruddaði rundan um røtur tess, tað rótfestist og fylti alt landið. 11Fjøllini avtakin vórðu av skugga tess, Guðs sedristrø av greinum tess. 12Tað breiddi út at havinum kvistar sínar og at ánni greinar sínar. 13Hví hevur tú garðin brotið niður uttan um tað, so at ferðafólk øll tað ræna, 14villsvín úr skóginum hava tað etið, djór av heiðini hava bitið tað av? 15Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. Lít av himni niður og hygg eftir, hav umsorgan fyri víntræi hesum! 16Fjálga um tað, sum tín høgra hond plantaði, tann kvist, sum tú aldi tær upp! 17Teir hava í eldi tað brent og greinar tess brotið, lat teir farast av hóttan úr andliti tínum! 18Halt tína hond yvir manninum við høgru hond tína, yvir menniskjusyninum, sum tú aldi tær upp! 19So vilja vit ikki víkja tær frá, tú okkum varði, so vilja á navn títt vit kalla! 20Harri, herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða!
Currently Selected:
Sálmarnir 80: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society