YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 75

75
1Til songmeistarans, al tasjket, ein sálmur av Ásafi, ein songur. 2Vit lova tær, Guð, vit syngja tær lov; tey, ið kalla á navn títt, siga frá undurverkum tínum. 3«Um enn frest eg gevi, eg tó við rættvísi dømi. 4Um enn jørðin riðar og allir íbúgvar hennar, eg tó súlur hennar festi.» Sela. 5Við dárarnar sigi eg: «Verið ikki dárar,» við teir gudleysu: «Reisið ikki hornini! 6Reisið ikki horn tykkara móti himni, og verið ikki so nakkafattir í talu!» 7Tí at ikki úr eystri og ikki úr vestri, ikki úr oyðimørk og ikki úr fjøllum kemur hjálp, 8men Guð er hann, ið dømir, henda setir hann lágt, handa setir hann høgt. 9Tí at í Harrans hond er steyp, fult av skúmandi, kryddaðum víni, hann skeinkir tað einum eftir øðrum, sjálvt berskakan skulu teir tøma, drekka skulu allir gudleysir á jørð. 10Men eg vil gleðast um allar ævir og lov syngja Jákups Guði. 11Hann høggur øll hornini av óndum monnum, men rættvísir menn skulu bera hornini høgt.

Currently Selected:

Sálmarnir 75: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 75