YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 73

73
Ein sálmur; av Ásafi.
1Av sanni, Guð er teimum rættsintu góður, teimum, ið reint hava hjarta. 2Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav. 3Tí at ein meinbogi vóru teir vándu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu, 4tí at teir kenna ongar kvalir, og kroppur teirra er frískur og sterkur. 5Teir vita ikki av neyð sum onnur fólk og verða ikki raktir javnt við aðrar. 6Tí er hugmóð hálsband teirra, og teir eru sveipaðir í órættar skikkju. 7Úr teirra huga kemur fram synd, teirra hjartans tráan kann einki forða; 8í tí djúpa tala teir ilt, í tí høga tala teir fals. 9Teir seta munnin til himmals upp, um jørðina strýkur teirra tunga. 10Harfyri fer fólkið til teirra og sýgur inn vatnið í stórum. 11Tey siga: «Hvussu skuldi Guð nakað vita, og hin hægsti hava nakran kunnskap? 12Sí, hesir eru jú gudleysir menn, og tó altíð tryggir teir vaksa í mátti! 13Bert til ónyttu havi eg hildið mítt hjarta reint og mínar hendur í sakloysi tváað; 14allan dagin ígjøgnum tó raktur eg verði, hvønn morgun av nýggjum eg revsaður verði.» 15Um eg hevði hugsað at tala svá, tá hevði ein svikari eg verið móti børnum tínum. 16Men eg grundaði yvir at skilja hetta, svárt var tað í mínum eygum. 17Inntil eg gekk inn í halgidómar Guðs, gav gætur um endalykt teirra: 18Tú letur á hálkur teir stíga, tú letur í smildur teir falla! 19Hvør vórðu í bræði teir oyddir, horvnir, avkomnir av ræðslum! 20Eins og dreymamynd teir hvørva, tá ein vaknar; tú vaknar og lært at teirra mynd! 21Meðan eg var í hjarta grammur og kendi ilsku í nýrum mínum, 22var eg hugsanarleysur og fataði einki, var eg fyri tær sum eitt ómælandi djór. 23Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! 24Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar! 25Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin! 26Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! 27Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. 28Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.

Currently Selected:

Sálmarnir 73: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 73