Sálmarnir 39
39
1Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi. 2Eg segði: «Eg vil varða mín veg fyri ikki at synda við tungu míni. Eg vil leggja teym á munn mín, meðan gudleysur er mær í nánd.» 3Eg tagdi og mælti ei orð, men eg av tungum móði var rørdur. 4Mítt hjarta í brósti mær brann, undir míni grundan kveiktist eldur – tá mælti mín tunga. 5Kenn mær, Harri, mína endastund, hvat mál av døgum mær er lagað, lat meg vita, at brátt eg skal hiðan fara. 6Sí, sum eina løgd tú hevur mált mínar dagar, mín ævi er fyri tær sum eitt einki, bert ein andablástur hvør menniskja er. Sela. 7Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi, hann savnar, men veit ei, hvørjum tað ognast. 8Hvat líti eg tá á, Harri! Eina til tín stendur øll mín vón! 9Frá øllum mínum syndum mær bjarga, ger meg ei til spott fyri dárum! 10Eg tigi, lati ikki munnin upp; tí tú hevur tað gjørt. 11Tak tína plágu frá mær, fyri slagi av hond tíni eg gangi undir. 12Tá tú við revsing agar mann fyri syndir hans, so mylur tú, eins og mølur, burt fagurleika hans! Bert ein andablástur hvør menniskja er. Sela. 13Harri, hoyr mína bøn, lýð á neyðarróp mítt! Til grát mín ei tigandi ver! Tí ein fremmandur eg eri hjá tær, ein gestur sum allir mínir fedrar. 14Hygg av mær, at mín ásjón má klárna, áðrenn eg hiðan fari og ei longur eri til!
Currently Selected:
Sálmarnir 39: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society