YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 132

132
Ein pílagrímsferðarsongur.
1Minst tú, Harri, Dávidi allar treytir hans, 2hvussu hann Harranum svór, gjørdi Jákups veldiga lyfti: 3«Eg vil ei ganga inn í tjaldhús mítt og ei fara upp í mína song, 4ei unna eygum mínum svøvn ella eygnalokum mínum blund, 5fyrr enn eg havi funnið fyri Harranum stað, ein bústað fyri Jákups veldiga!» 6«Sí, vit hava um hann hoyrt í Efrata, funnið hann á Jáars mørkum. 7Latum okkum fara at bústaði hans og níga niður fyri fótskør hans! 8Rís, Harri, og far á hvíldarstað tín, tú og ørk veldis tíns! 9Lat prestar tínar í rættlæti klæðast, og dýrkarar tínar fegnast! 10Fyri sakir Dávids, tænara tíns, vís ei tínum salvaða burtur!» 11Harrin hevur Dávidi trygdareið svorið, sum ei hann man ganga frá: «Av ávøksti lenda tína vil eg seta mann í hásæti títt. 12Um synir tínir halda sáttmála mín og boðorð tey, eg teimum kenni, skulu eisini synir teirra um ævir sita í hásæti tínum.» 13Tí Zion hevur Harrin valt sær út, kannað sær tað til bústað: 14«Hetta er hvíldarstaður mín um ævir, her vil eg búgva, tí eg havi hann mær kannað. 15Vistir hans vil eg vissuliga signa, og fátækar hans vil eg metta við breyði. 16Prestar hans vil eg klæða í frelsu, og gudsdýrkarar hans skulu rópa í fegni. 17Har lati eg vaksa fyri Dávidi horn, har búgvi eg mínum salvaða lampu til. 18Fíggindar hans eg klæði í skomm, men á honum skal krúna hans ljóma.»

Currently Selected:

Sálmarnir 132: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in