YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 122

122
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi. 1Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.» 2Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem! 3Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman, 4hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har. 5Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids hús. 6Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennar tjaldbúðum fyri! 7Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum! 8Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið! 9Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku!

Currently Selected:

Sálmarnir 122: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in