Skip to content

Orðtøk Sálomons 22

22
Framhald av fyrsta savni
1Gott navn er meira vert enn stórt ríkidømi, mannatokki er betri enn silvur og gull. 2Ríkur og fátækur hittast, Harrin hevur skapað teir báðar. 3Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. 4Lønin fyri eyðmýkt og Harrans ótta er ríkdómur, heiður og lív. 5Tornir og snerrur eru á vegi hins svikafulla, tann, sum lív sítt vil varða, heldur seg burtur frá teimum. 6Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. 7Ríkur yvir fátækum ræður, og tann, ið fær lán, verður trælur hans, sum gevur lán. 8Tann, sum órætt sáar, skal vanlukku heysta, og hugmóðs stavur hans verður fyri ongum. 9Góðhjartaður maður verður vælsignaður, tí at hann gevur arminganum av breyði sínum. 10Rek spottaran burt, so fer ósemjan burt, og tú fært frið fyri klandri og skomm. 11Tann, sum er hjartareinur, elskar Harrin, tann, sum er yndisorðaður, er kongsins vinur. 12Harrans eygu varða um kunnskap, men hann kollveltir svikarans orðum. 13Letingin sigur: «Ein leyva er fyri uttan, eg kann verða dripin mitt á gøtuni.» 14Ein djúp grøv er muðurin á fremmandum konum, tann, sum er fyri Harrans vreiði, fellur í hana. 15Fávitskan situr føst í hjartanum á hinum unga, men revsingarstavurin tekur hana burtur frá honum. 16At kúga hin fátæka økir um ognir hans, at geva hinum ríka veldur honum bert armóð.
Annað savn
17Boygg oyra títt og lýð á vísmanna orð og vend hjarta tínum at kunnleika mínum! 18Tí at tað er dámligt, at tú goymir tey tær í brósti, og at tey eru øll til reiðar á vørrum tínum! 19Fyri at tú skalt á Harranum hava álit títt, læri eg teg í dag, júst teg. 20Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við hyggjuráðum og vitsku 21fyri at kunngera tær sannleika, álítandi orð, so at tú við álítandi orðum kann svara teimum, ið teg senda?
22Ræn ikki hin vesæla, tí at hann er vesælur, og týn ikki hin forfjónaða á tingi; 23tí at Harrin skal føra teirra sak og taka lív teirra, sum taka frá teimum. 24Far ikki í hóslag við illføran mann, og hav ikki við at gera tann, sum bráðsintur er, 25at tú ikki skalt venjast til atburð hans og fáa tær snerru fyri lív títt. 26Ver ikki millum teirra, sum handslag geva, millum teirra, sum ganga í veður fyri skuld; 27tí tá ið tú einki hevur at gjalda við, vilt tú tá lata teir taka seingina undan tær? 28Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett. 29Sært tú dugandi mann í verki sínum, hann man kom at tæna hjá kongum, ikki man hann vilja smámonnum tæna.