Orðtøk Sálomons 2:1-5
Orðtøk Sálomons 2:1-5 FB
Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna.





