YouVersion Logo
Search Icon

Filippibrævið 4

4
Áminning um semju
2Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at tær skulu vera samlyntar í Harranum. 3Ja, eg biði eisini teg, mín trúgva starvsfelaga, um at vera teimum til hjálpar, tí at tær stríddust saman við mær í gleðiboðskapinum í felagi við Klemens og øðrum starvsfeløgum mínum, – nøvn teirra standa í lívsins bók.
Áminning um gleði í Harranum, um sanna bøn, um at streva eftir tí góða
4Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! 5Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! 6Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, 7og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. 8Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! 9Tað, sum tit bæði hava lært og tikið við og hoyrt og sæð til mín, gerið tað, og Guð friðarins skal vera við tykkum.
Paulus takkar fyri gávuna
10Men eg var ógvuliga glaður í Harranum um tað, at tit nú til endans eru komnir aftur fyri tykkum, so at tit hava kunnað hugsað um mítt gagn, sum tit eisini fyrr hugsaðu um, men tit høvdu tá einki føri. 11Hetta sigi eg ikki av teirri grund, at mær hevur trotið; tí at eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi. 12Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava almikið; í øllum viðurskiftum og í øllum lutum havi eg lært tað loyndarmál bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava almikið og at hava trot. 13Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. 14Kortini gjørdu tit væl í at taka lut við mær í trongd míni. 15Men tit vita eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstuni, tá ið gleðiboðskapurin varð tikin upp, ta ferðina eg fór burtur úr Makedóniu, tá var einki kirkjulið, sum hevði viðurskifti við meg um latið og fingið, uttan tit einir. 16Tí at eisini í Tessalóniku sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær var tørvur á. 17Ikki fyri tað at eg trái eftir gávuni, men eg trái eftir ávøkstinum, sum ríkliga kemur tykkum til góða. 18Men nú havi eg alt og havi almikið, eg havi í yvirflóð, síðan eg við Epafroditusi fekk sendingina frá tykkum, ein yndisligan anga, eitt fagnaðaroffur, Guði væl toknað. 19Men Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi. 20Men Guði og faðir várum veri æran um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus sendir heilsan og signing
21Heilsið einum og hvørjum heilagum í Kristi Jesusi! Brøðurnir, sum eru hjá mær, lata heilsa tykkum. 22Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, men mest tey, sum hoyra til hús keisarans. 23Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!

Currently Selected:

Filippibrævið 4: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy