Fjórða Mósebók 11
11
Kvartan fólksins í oyðimørkini
1Men fólkið tók at meyla inn á Harran um, at teir høvdu tað so ringt; tá ið Harrin hoyrdi tað, tók vreiði hans at brenna teirra millum, og eldur frá Harranum fór oyðandi um útjaðarar herbúðanna. 2Tá rópaði fólkið til Mósesar, og Móses bað til Harrans; tá sloknaði eldurin. 3Tí varð tann staður nevndur Tábera, av tí at har hevði eldur frá Harranum brent millum teirra.
Hinir sjeyti elstu
4Tá ið teir fremmandu, sum sløddust uppi í teimum, fylktust av matgirnd, tá tóku eisini Ísraelsmenn aftur at kvarta og søgdu: «Hvør gevur okkum nú kjøt at eta? 5Vit minnast fiskarnar, sum vit ótu fyri einki í Egyptalandi, águrkurnar, vatnmelónirnar, grasleykirnar, reyðleykirnar og hvítleykirnar! 6Og nú ørmaktast vit! Her er einki annað at síggja uttan hetta manna!» 7Men manna var eins og koriandurfræ og at útliti sum bdellium. 8Fólkið reikaði um og hentaði tað; síðan mólu tey tað á hondkvørn ella stoyttu tað í mortara, sjóðaðu tað í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði eins og oljubreyð. 9Tá ið døgg fell um náttina yvir herbúðirnar, tá fell eisini manna niður við henni.
10Og Móses hoyrdi, hvussu menn av øllum ættum fólksins kvartaðu, hvør fyri tjalddurum sínum; tá tendraðist vreiði Harrans, og eisini Mósesi líkaði tað illa. 11Og Móses segði við Harran: «Hví hevur tú farið so illa við tænara tínum, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum tínum, at tú skuldi lata meg bera alt strevið við hesum fólki? 12Man eg hava gitið alt hetta nógva fólk ella borið tað í heim, at tú skuldi bjóða mær at bera tað í føvningi mínum inn í tað land, sum tú svórt fedrum tess, eins og barnfostra ber bróstabarnið? 13Hvaðan skal eg fáa kjøt at geva øllum hesum fólki? Tí at teir meyla inn á meg og siga grátandi: Gev okkum kjøt at eta! 14Eg fái ikki einsamallur borið alt hetta fólk, tí at tað er mær ov tungt. 15Men ætlar tú at fara soleiðis við mær, tá drep meg heldur við tað sama, um eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so at eg sleppi undan at síggja hesa ógævu!»
16Tá segði Harrin við Móses: «Savna mær saman sjeyti mans av Ísraels elstu, av teimum, sum tú veitst eru fólksins elstu og tilsjónarmenn tess, tak teir at samfundartjaldinum og lat teir taka støðu har saman við tær! 17Tá vil eg stíga oman og tala við teg har, og eg vil taka av anda tí, sum er yvir tær, og lata hann koma yvir teir, til tess at teir mega taka undir við tær at bera fólkið, so at tú ikki bert tað einsamallur. 18Men við fólkið skalt tú siga: Halgið tykkum til morgins, tá skulu tit fáa kjøt at eta, tí at tit hava meylað inn á Harran grátandi og sagt: Hvør gevur okkum kjøt at eta? Betri var okkum í Egyptalandi! Tí skal Harrin geva tykkum kjøt at eta – 19og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju dagar ella tjúgu, 20men heilan mánað, til tað fer tykkum út av nasunum, og tykkum stendst við tað, av tí at tit hava havnað Harranum, sum er tykkara millum, og kvartað og grátandi fyri honum sagt: «Hví fóru vit nakrantíð út úr Egyptalandi!» 21Móses svaraði: «Seks hundrað túsund mans til gongu er tað fólk, sum eg eri við, og tú sigur, at tú vilt geva teimum kjøt at eta í heilan mánað! 22Kunnu smalur og stórdýr slátrast til teirra, so at teir fáa nóg mikið? Ella kann allur fiskur havsins savnast saman til teirra, so at teir fáa nóg mikið?» 23Tá svaraði Harrin Mósesi: «Er armur Harrans styttur? Nú skalt tú fáa at síggja, um tað, sum eg havi sagt, verður tær fyri ella ikki.»
24Móses gekk tá út og kunngjørdi fólkinum orð Harrans; síðan savnaði hann saman sjeyti mans av fólksins elstu og læt teir skipa seg kring um tjaldið. 25Tá steig Harrin oman í skýgginum og talaði til hansara; og hann tók av andanum, sum var yvir honum, og læt hann koma yvir hinar sjeyti elstu, og so skjótt sum andin var komin yvir teir, profeteraðu teir, men síðan ongantíð aftur. 26Tveir menn høvdu verið eftir í herbúðunum, annar teirra æt Eldad og hin Medad; eisini yvir teir kom andin; tí at teir vóru millum teirra uppritaðu, men høvdu ikki verið úti við tjaldið; teir profeteraðu nú í herbúðunum. 27Tá kom ungur maður rennandi og segði Mósesi frá og mælti: «Eldad og Medad eru farnir at profetera í herbúðunum.» 28Jósva Nunsson, sum hevði tænt Mósesi frá ungum árum, svaraði og segði: «Móses, harri mín, sýt teimum hetta!» 29Men Móses svaraði honum: «Ert tú øvundsjúkur mín vegna? Eg vildi, at alt fólk Harrans var profetar, og at hann læt anda sín koma yvir teir!» 30Síðan fór Móses aftur í herbúðirnar, hann og Ísraels elstu.
31Tá tók at blása stormur frá Harranum, sum flutti lynghøsn innan úr havi og varpaði teimum inn yvir herbúðirnar eina dagsferð í allar ættir kring um herbúðirnar og einar tvær alnir upp frá jørðini. 32Og fólkið fór allan dagin og alla náttina og allan dagin eftir út at savna saman lynghøsn. Tann, ið minst savnaði, savnaði tíggju homer; og tey breiddu tey út til turkingar kring um herbúðirnar. 33Men meðan kjøtið enn var undir tonnum teirra, áður enn tað var tugt, tók bræði Harrans at brenna móti fólkinum, og Harrin læt verða mikið mannfall teirra millum. 34Hesin staður var tí nevndur Kibrot-Hattava, tí at har jarðaðu teir fólkið, sum fyltist av marglæti. 35Frá Kibrot-Hattava helt fólkið avstað til Házerot, og har steðgaðu teir.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 11: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society