Evangeliið eftir Markus 8
8
Jesus mettar 4000
1Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: 2«Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. 3Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.» 4Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?» 5Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» 6Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni. 7Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. 8Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. 9Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað.
Fariseararnir krevja tekin av himni
10Og við tað sama fór hann aftur í bátin við lærusveinum sínum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta. 11Og Fariseararnir komu út og tóku at trætast við hann og kravdu av honum eitt tekin av himni fyri at freista hann. 12Og hann stundi tungliga í anda sínum og sigur: «Hví krevur henda slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt!» 13Og hann fór frá teimum, steig umborð aftur og fór yvir um hinumegin.
Súrdeiggj Farisearanna
14Og teir høvdu gloymt at taka breyð við sær, og teir høvdu ikki meira enn eittans breyð við sær á bátinum. 15Og hann álegði teimum og segði: «Ansið eftir, varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!» 16Og teir hugsaðu við sær sjálvum: «Tað man vera, tí at vit einki breyð hava við.» 17Og tá ið hann varð varur við hetta, sigur hann við teir: «Hví hugsa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Skyna tit ikki enn, ella skilja tit ikki? Er hjartað í tykkum hert? 18Hava tit eygu og síggja ikki? Og hava tit oyru og hoyra ikki? Og kemur tykkum ikki í hug? 19Hina ferðina, tá ið eg breyt hini fimm breyðini sundur til tey fimm túsund, hvussu mangar tægur hentaðu tit tá fullar av molum?» Teir siga við hann: «Tólv.» 20«Og hina ferðina, tá ið eg breyt hini sjey breyðini sundur til tey fýra túsund, hvussu mangar fullar tægur hentaðu tit tá uppí av molum?» Og teir siga við hann: «Sjey.» 21Og hann segði við teir: «Fata tit ikki enn?»
Hin blindi í Betsajdu
22Og teir koma til Betsajdu. Og tey leiða ein blindan mann til hansara og biðja hann um at nema við hann. 23Og hann tók í hondina á hesum blinda manninum og leiddi hann út um bygdina; og hann spýtti í eyguni á honum og legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað. 24Og hann hugdi upp og segði: «Eg síggi fólkini; tí at eg hómi tey ganga íkring, rætt sum trø.» 25So legði hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og tá fekk hann fulla sjón og varð heilt frískur aftur og kundi síggja alt skilliga. 26Og hann sendi hann heim til sín og segði: «Tú mást ikki fara inn í bygdina, [og heldur ikki mást tú siga nøkrum í bygdini frá.»]
Kristusjáttan Pæturs
27Og Jesus og lærusveinar hansara fóru út til smábygdirnar uttan um Kesarea Filippi; og á veginum spurdi hann lærusveinar sínar og segði við teir: «Hvønn siga menn meg vera?» 28Og teir svaraðu honum og søgdu: «Jóhannes doyparan; og summir: Elia, men summir: ein av profetunum!» 29Og hann spurdi teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Pætur svaraði og sigur við hann: «Tú ert Kristus.» 30Og hann legði teimum ríkan við, at teir ongum máttu siga hetta um hann.
Jesus boðar líðing sína á fyrsta sinni
31Og hann tók at læra teir, at menniskjusonurin átti at líða mangt og at verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og at verða sligin í hel og tríggjar dagar aftaná at rísa upp. 32Og hetta segði hann beint fram. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum. 33Men hann vendi sær við og hugdi upp á lærusveinar sínar og fanst at Pæturi og sigur: «Vík aftur um meg, Sátan! tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»
At fylgja Jesusi og avnokta seg sjálvan
34Og hann rópaði mannamúgvuna til sín saman við lærusveinum sínum og segði við tey: «Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja mær. 35Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað, men tann, ið missir lív sítt fyri mínar og gleðiboðskaparins sakir, skal bjarga tí. 36Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? 37Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? 38Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.» 9,1 Og hann segði við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki vera komið við kraft.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Markus 8: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society