Mika 3
3
Dómsorð yvir hinar fæfiknu stórmenn
1Tá segði eg: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og dómarar í Ísraels húsi! Eiga ikki tit at hava kunnleika um rættin? 2Tit, sum hata hitt góða og elska hitt illa, ríva skinnið av monnum og holdið av beinum teirra, 3tit eta upp holdið á mínum fólki, skræða av teimum skinnið, bróta bein teirra og koyra tað sum bót í pottin, sum kjøt á steikipannu. 4Tá munnu teir rópa til Harrans, men hann skal ikki svara teimum; tá fjalir hann sítt andlit fyri teimum, tí at vándar eru allar teirra gerðir.
Svikaprofetar og sannir profetar
5So sigur Harrin um profetarnar, ið villa fólk mítt og boða frið, tá ið teir fáa inn í munnin, men halga bardagan móti honum, ið einki vil geva teimum at eta: 6Tí skal nátt koma á tykkum, so at tit ongar sjónir síggja, og myrkur, so at tit ikki kunnu spáa; sólin skal fara afturundir fyri profetunum, og dagurin sortna yvir teimum. 7Tá verða síggjararnir lotir, profetarnir rodna av skomm; allir hylja teir kampin, tí at einki svar kemur frá Guði. 8Men eg, eg eri – við Harrans anda – fullur av mátti, rætti og styrki til at boða Jákupi misbrot hans og Ísrael syndir hans.
Dómsorð yvir Jerúsalem
9Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups ættar og tit dómarar Ísraels ættar, tit, sum hava andstygd fyri tí rætta og gera bogið alt, sum beint er, 10sum byggja Zion við blóði og Jerúsalem við valdsgerð. 11Høvdingar hennara døma fyri mutur, prestarnir kenna fyri løn, og profetarnir spáa fyri silvur; kortini teir líta seg á Harran og siga: «Er ikki Harrin okkara millum? Einki ilt skal okkum raka!» 12Tí skal Zion av atvoldum tykkara verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða grótrúgvur, og tempulfjallið verða skógvaksnir heyggjar.
Currently Selected:
Mika 3: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society