Evangeliið eftir Matteus 5
5
Inngangur
1Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. 2Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:
Sæl eru ...
3«Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. 4Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. 5Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. 6Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. 7Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. 8Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. 9Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. 10Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. 11Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. 12Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.
Lærusveinarnir salt og ljós
13Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. 14Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. 15Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. 16Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.
Jesus og lógin
17Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. 18Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. 19Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. 20Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið.
5. og 6. boð
21Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki sláa í hel; men hvør tann, ið slær í hel, skal verða sekur fyri dóminum.» 22Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. 23Um tú tí bert fram gávu tína á altarið, og tað har kemur tær í huga, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, 24so lat gávu tína verða liggjandi har framman fyri altarinum og far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín og kom síðan og ber fram gávu tína. 25Ver skjótur til sættis við mótstøðumann tín, meðan tú ert enn við honum á leið, fyri ta søk at ikki mótstøðumaðurin skal lata teg til dómarans og dómarin til sveinsins og tú verða koyrdur í fangahús. 26Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað títt seinasta oyra. 27Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki dríva hor.» 28Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. 29Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær, tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt verður kastað í helviti. 30Og um høgra hond tín freistar teg, tá høgg hana av og kasta hana frá tær; tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt fer til helvitis.
Boð um hjúnabandsskilnað
31So hevur tað verið sagt: «Hvør tann, ið skilst við konu sína, skal geva henni eitt skilnaðarbræv.» 32Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst, við konu sína, uttan fyri hors sakir, veldur, at hon drívur hor; og hvør tann, ið giftist við eini fráskildari konu, drívur hor.
Boð um tað at svørja
33Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki svørja rangan eið; men tú skalt halda Harranum eiðir tínar.» 34Men eg sigi tykkum, at tit als ikki eiga at svørja; hvørki við himmalin, tí at hann er hásæti Guðs, 35ella við jørðina, tí at hon er fótskør hansara; ikki heldur við Jerúsalem, tí at hon er staður hins mikla kongs; 36ikki heldur mást tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart. 37Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa.
Boð um tað at muna aftur
38Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.» 39Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa; men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini; 40og um onkur vil hava sakarmál við teg og taka kyrtil tín, lat hann eisini fáa kappan; 41og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum. 42Gev tí, ið biður teg, og vend tær ikki frá tí, ið vil læna frá tær.
Boð um at elska fíggindar sínar
43Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.» 44Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, 45til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís. 46Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? 47Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? 48Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.
Currently Selected:
Evangeliið eftir Matteus 5: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society