Evangeliið eftir Matteus 3
3
Jóhannes doyparin
1Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu, 2og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.» 3Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.» 4Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur. 5Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan; 6og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. 7Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? 8Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, 9og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. 10Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin. 11Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. 12Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»
Jesu dópur
13Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur av honum. 14Men Jóhannes vildi forða honum og segði: «Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!» 15Men Jesus svaraði og segði við hann: «Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.» Tá eftirlíkaði hann honum. 16Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann. 17Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Matteus 3: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society