YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 20

20
Bønarmenninir í víngarðinum
1Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín. 2Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. 3Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum. 4Og hann segði við teir: «Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.» Og teir fóru. 5Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama. 6Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: «Hví standa tit her allan dagin fyri einki?» 7Teir siga við hann: «Tí at eingin hevur leigað okkum.» Hann sigur við teir: «Farið tit við út í víngarðin.» 8Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: «Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.» 9Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør. 10Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør. 11Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri: 12«Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.» 13Men hann svaraði og segði við ein teirra: «Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar? 14Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg. 15Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður? 16Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld»].
Jesus talar á 3. sinni um líðing sína
17Og meðan Jesus var á ferð niðan til Jerúsalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris og segði við teir á leiðini: 18«Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; 19og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur.»
Sebedeussynirnir biðja um heiðurssess
20Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað. 21Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!» 22Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.» 23Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.» 24Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar. 25Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. 26Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; 27og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. 28Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»
Tveir blindir við vegin
29Og tá ið teir fóru út úr Jeriko, fylgdi honum ein stór mannamúgva. 30Og sí, har sótu tveir blindir menn við vegin, og tá ið teir hoyrdu, at Jesus fór framvið, rópaðu teir og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» 31Men mannamúgvan hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir rópaðu hvaðna harðari og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» 32Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?» 33Teir siga við hann: «Harri, at eygu okkara mega verða latin upp.» 34Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in