Evangeliið eftir Matteus 11
11
Jóhannes doyparin sendir boð til Jesu, Jesus vitnar um hann
1Og tað hendi, tá ið Jesus var liðugur við at geva teimum tólv lærusveinum boð, tá fór hann haðani at læra og prædika í bygdum teirra. 2Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: 3«Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» 4Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: 5Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. 6Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.» 7Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? 8Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum. 9Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. 10Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» 11Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann. 12Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín. 13Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom; 14og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal. 15Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!
Fólkið tvørlynt
16Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn síni og siga: 17«Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.» 18Tí at Jóhannes kom, og hvørki át ella drakk, og tey siga: «Hann hevur ein illan anda.» 19Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum sínum.»
Veiróp
20Tá tók hann at skamma tær bygdirnar út, har sum tær flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær ikki høvdu vent um. 21«Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru gjørdar í tykkum, verið gjørdar í Týrus og Sidon, tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku. 22Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. 23Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. 24Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.»
Lov til Guðs fyri frelsuna
25Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: «Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! 26Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best! 27Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann.
Komið til mín ...
28Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. 29Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. 30Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Matteus 11: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society